Orðini hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni vóru so lítið ótøkilig, at torført er at taka støðu, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi Nú Fólkaflokkurin fer úr samgonguni, hava vit minnilutasamgongu.
Í løtuni er ógreitt, um henda minnilutasamgonga heldur fram, ella um Tjóðveldi kann hugsast at fara uppí. Ella fer at virka sum stuðulsflokkur.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi kann ikki svara upp á spurningin.
- Samgongan má fyrst finna útav, hvat hon vil. Tað eru fleiri stór mál at taka støðu til, men alt er líka luftigt. Og vit hava einki útspæl fingið, sigur Høgni Hoydal.
Hann kann heldur ikki siga, um nøkur misálitisváttan er í væntu.
- Vit leypa ikki framav, sigur Høgni Hoydal.










