Tjóvar lupu á trailara við turrum fiski


Italia

Nakað herfyri varð førarin á einum trailara hjá Thermo Transit, sum koyrir við turrum fiski til Italiu, steðgaður og álopin av tjóvum uttanfyri Napoli. Bilførarin í norska bilinum varð bukaður og sligin av yvirgangsmonnunum.
  Ótangarnir vistu ikki, at bilurin hevur eina ávaringarskipan, og at løgreglan kundi vera í hølunum á teimum.
  Tað var hon og stutt eftir álopið, vórðu yvirgangsmenninir tiknir av løgregluni.