Tjóvar herjaðu í Vestmanna

Náttina til fríggjadagin gjørdu nakrir tjóvar um seg í Vestmanna, har teir brutu inn í bæði Føroya Banka og NB-handilin.

Tað er ikki frítt, at vestmenningar hava havt vitjan av nøkrum tjóvum í farnu viku. Tvey innbrot vóru framd, og sambært løgregluni bendir alt á, at talan var um innbrot, ið vóru væl fyrireikað.

Fóru miðvíst til verka
Fyrst vóru tjóvarnir á vitjan í NB-handilinum ella hjá Brogaard, sum vestmenningar rópa handilin.
Har hava tjóvarnir fyrst brotið eitt gamalt pengaskáp upp, men til fánýtis, tí tað pengaskápið var ikki longur í nýtslu, og har var tí einki at fara eftir.
Síðani fóru teir í holt við eitt annað pengaskáp. Tjóvarnir høvdu tikið ein vinkulslípara við sær, og hann nýttu teir í royndunum at bróta pengaskápið upp, men tað eydnaðist teimum ikki.
Miseydnaðu royndirnar við pengaskápunum góvu sostatt einki úrslit, og tjóvarnir løgdu síðani eftir einum sigarettskápi. Tá gekk betur, og teir fingu tikið nakað av sigarettum við sær, áðrenn teir rýmdu úr handilinum.
Á kriminaldeildini á politistøðini í Havn verður sagt, at tjóvarnir vóru farnir ógvuliga miðvíst til verka í handilinum, og teir høvdu annars ongan skaða gjørt í handlinum. Sambært løgregluni bendir alt á, at talan var um eitt væl fyrireikað innbrot, tí tjóvarnir høvdu tikið ymisk amboð við sær, ið teir skuldu nýta í strembanini eftir tjóvagóðsi.

Alarmur stygdi tjóvarnar
Tjóvar hava eisini roynt at brotið inn í Føroya Banka í Vestmanna fríggjanáttina, og løgreglan ivast ikki í, at talan er um somu persónar, sum brutu inn í NB-handilin.
Fyrst hava tjóvarnir brotið ein rút í vindfanginum í bankanum, men tá ið teir eru farnir úr vindfanginum og víðari innar í bankan, var ein alarmur settur í gongd, og tað hevur ivaleyst stygt tjóvarnar burtur, verður sagt á kriminaldeildini á politistøðini.
Kriminaldeildin arbeiðir við málunum, men sagt verður, at í løtuni hevur løgreglan ongar slóðir í málunum.