Tjóðskaparrøturnar stinga djúpt ? hóast alt

Tú kanst fáa mang tog hvat burturúr eini veljarakanning, tað veldst jú um, hvat eygað vil síggja og hvønn veg tú snarar kanningini. Veljarakanningin er gjørd í sambandi við fullveldissamráðingarnar við danir og snýr seg ikki um politisku avrikini heima í Føroyum.

Ein áhugaverd veljarakanning varð almannakunngjørd í seinastu viku.

Tú kanst fáa mang tog hvat burturúr eini veljarakanning, tað veldst jú um, hvat eygað vil síggja og hvønn veg tú snarar kanningini. Veljarakanningin er gjørd í sambandi við fullveldissamráðingarnar við danir og snýr seg ikki um politisku avrikini heima í Føroyum.

Kanningin sigur, at Sambands- og Javnaðarflokkurin hava politiskan meiriluta, samstundis sum 45% av fólkinum antin vil hava Annfinn Kallsberg ella Høgna Hoydal til løgmann. 27% vilja antin hava Jóannes Ejdesgaard ella Edmund Joensen til løgmann. Er skiftistíðin 4 ár, sum danir vilja, so eru føroyingar ivasamir. Soleiðis kunnu vit halda fram at snara veljarakanningini.

Tí er tað ein politisk skemtisøga, tá ið Edmund Joesen eftir seinastu samráðingarnar við danir fyri opnari mikrofon vil hava núverandi samgongu at leggja frá sær.Í ítróttarheiminum kemur tað ikki fyri, at feløg siga upp venjarar, tá ið tað gongur væl á vølli. Tað er ikki fyrr enn úrslitini gerast heldur ivasom, at feløg royna okkurt nýtt og ganga nýggjar leiðir.

Vit hava eina góða politiska leiðslu í Føroyum í løtuni og úrslitini eru góð. Vit hava mestsum einki arbeiðsloysi, byggja nýtt vaktarskip, sandoyarferju, vágatunnil, útbyggja landssjúkrahúsið, fyrireika nýtt suðuroyarskip, hava loyst marknaðartrætuna við bretar, bankamálið er loyst, pensjónin hjá teimum eldri er hækkað munandi, oljuvinnan er í góðum hondum og búskapurin er góður. Bert at nevna nøkur av nógvum økjum, samgongan ehvur arbeitt og arbeiðir við. Fólk flyta aftur til Føroya eftir kreppuárini og tað er ein dynamikkur mestsum allastaðni í samfelagnum.

Tí fái eg meg ikki at trúgva, at føroyingurin vil venda aftur til samgonguna 1994-1996 millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Ein sambandsflokk, sum fekk eina misálitisváttan í 1998 og ein Javnaðarflokk, sum rýmdi undan ábyrgd 1996. Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard vóru sum hundur og ketta og tí endaði samarbeiðið teirra millum í 1996. Gloyma fólk veruliga so skjótt?

Vit hava ein góðan løg- og varaløgmann og eina góða samgongu, sjálvt um onkur landsstýrismaður hevur traðkað eitt sindur við síðuna av í nýggju stýrisskipanarlógini. Eisini hava vit ein góðan fíggjarmálaráðharra, sum hevur skil at leggja pening til síðis, tá ið tíðirnar eru góðar.

Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, og sjálvandi er tað nógv, sum kundi verið gjørt øðrvísi. Men Sambands- og Javnaðarflokkurin hava einki at bjóða, sum núverandi samgonga ikki megnar at útinna.

Vit skulu minnast til, at samgongan hevur tvey stór andstøðubløð sum mótpart og eina andstøðu, sum ótroyttilig hevur borðreitt við óteljandi ræðumyndum. Ja, sjálvt skemtiteknararnir eru í parti við andstøðuni.

Eisini hava vit ein Fólkaflokk sum dragnar í fullveldismálinum. Veljarakanningin sigur tíðuliga, at sambandssinnaðir fólkafloksveljarar eru riknir yvir í Sambandsflokkin.


Poul Nyrup

Tá ið so Poul Nyrup eisini hevur lagt seg út í føroyskan politikk og sett føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum, so er tað einastandandi, at samgongan stendur seg so væl sum hon ger. Hetta vísir bara, hvussu djúpar tjóðskaparrøturnar stinga.

Samráðingarnar við danir eru fyri mær ógvuliga einfaldar. Tað er líkamikið fyri Poul Nyrup og hansara fólk, um tað búgva pingvinir, føroyingar, póllendingar ella fransar í Føroyum. Tey hava bert áhuga í teimum 1399 ferkilometrunum og havøkinum, sum liggja í Norðuratlantshavi.

Nyrup kann ikki gera hernaðarlandgongd í Føroyum, tí nýtir hann peningin sum einasta vápn í fullveldismálinum. Alt hetta hongur bara ikki saman moralskt, tá ið tú lesur blaðið hjá Danida, sum danska uttanríkismálaráðið gevur út. Har reypa danir sær av, hvussu nógv teir hjálpa í menningarlondum, og hvussu nógv teir arbeiða fyri, at øll fólk í heiminum fáa frælsi og millum, annað kunnu smíða sínar egnu grundlógir.

Vildi danska stjórnin føroyinginum alt tað besta, so hevði ein beinhørð skiftistíð ikki verið nýtt í samráðingunum.

Um Føroyar hava verið ein kleppur um beinini á dønum í 600 ár og danir vildu av við Føroyar, so hevði Nyrup við gleði gingið við til eina 15-20 ára skiftistíð.

Men danir vilja fyri alt í verðini ikki av við tann góða geografiska partin í kongaríkinum. Føroyar eru eitt gullnám fyri danir í altjóða høpi og tað skínur ígjøgnum á øllum hermótum. Og tað veit eisini andstøðan í Danmark.

Fullveldismálið fyri danir snýr seg ikki um pening og um hvat Nyrup kann loyva sær yvir fyri donsku veljarunum.

Fullveldismálið snýr seg um tær vøkru 18 oyggjarnar, sum ikki mugu gleppa dønum av hondum. Alt annað er sjónleikur.

Poul Nyrup hevur ringa samvitsku og ber brævið til einstaka føroyingin prógv um hetta. Nyrup veit, at hann hevur lagt ein skeivan taktikk ímóti føroyingum frá byrjan og er um at skrædna av ringari samvitsku. Fullveldismálið nívir henda annars arroganta danska politikara.

Nyrup er tíverri alt ov stoltur at viðganga mistakið, sum seinni kann koma dønum aftur um brekku.

Ein annar smidligari danskur forsætisráðharri hevði heilt vist loyst fullveldismálið á ein heilt annan hátt til gagns bæði fyri Danmark og Føroyar.


Vagnur Michelsen;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.

- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.

- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:

-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.

Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.

Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.