Nakarar av fruktunum hjá tjóðskaparrørsluni er føroyska málið, sum ikki var javnsett við danskt fyrr enn við heimastýrislógini í 1948. Ein onnuir er føroyska flaggið, sum fekk eina fyribilsgóðkenning í 1940, tá annar heimsbardagi forðaði okkum at brúka danska flaggið. Ein triðja frukt er, at vit eru vorðin meiri tilvitandi um føroyskar siðir, føroyska mentan og eru meiri tilvitandi um ein føroyskan samleika.
Hetta hevur alt týdning, um vit skulu menna okkum sum tjóð. Sjálvt sambandsmenn kunnu ídag taka undir við teimum setningum, sum tjóðskaparrørslan setti sær at virka fyri fyri góðum hundrað árum síðani, hóast teir í síni tíð bæði vóru í móti føroyskum málstrevi og føroyskum flaggi.
Politiska toganin á Tingi millum Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin fyrsta fjórðingin av hesi øldini er prógv um tað, og hon er prógv um, at onnur mál, sum høvdu meiri við dagliga lívið hjá føroyinginum at gera, ikki fingu innivist í politiska arbeiðnum, hóast nakrir sjálvstýrismenn vóru meiri tilvitandi um sosialu støðuna í landinum.
Víst hevur tjóðskaparrørslan havt týdning, men líkt er til, at fólk gloyma tann ovurstóra týdning, sum tann føroyska arbeiðararørslan hevur havt fyri føroyingin. Vit hvødu ídag bart út ikki havt tað samfelag, sum vit hava, um arbeiðararørslan ikki av álvara fekk fótin fyri seg miðskeiðis í tjúgunum og av álvara fekk politiskan týdning síðst í fimtiárunum.
Tann hugsjón, sum fakfeløgini og javnaðarflokkurin løgdu fram í seinri helvt í tjúgunum, er í dag grundvøllurin undir tí vælferðarsamfelag, sum tey flestu í dag taka undir við, og halda vera sjálvfylgjur. Tað veri seg bæði á almannaøkinum og heilsuøkinum, innan skúla og útbúgving, viðvíkjandi mentan og vinnuliga. Samfelagsviðurskifti, sum fólk so seint sum í fimtiárunum bara droymdu um, eru ídag sjálvfylgjur, sum slóðararnir í arbeiðararørsluni stríddust fyri í eitt heilt mannaminni, áðrenn teir fingu nóg dygga politiska undirtøku. Uttan at seta
hesar rørslur upp ímóti hvørjum øðrum, tí tær hava bæði samrunnið og samvirkað, so kann sláast fast, at tjóðskaparrørslan hevur havt týdning á sínum øki, men at arbeiðararørslan hevur sanniliga havt sín stóra týdning fyri tað lív og virki, sum føroyska samfelagið í dag kann veita føroyingum!