Tú alfagra land mítt fer eisini í framtíðini at verða spældur, áðrenn
føroyska fótbóltslandsliðið skal í altjóða eldin.
FIFA-forsetin, Sepp Blatter, loypti annars ein ordans hvøkk á fleiri, tá
hann herfyri mælti til, at tjóðsangirnir verða strikaður sum upptakt til
fótbóltslandsdystir.
Fyrst og fremst, so helt Blatter, at tjóðsangirnir hava mist so nógv av
tignini, tí nógv viðhaldsfólk ikki virða hesar. Eitt nú, tá Sveis fyri
stuttum spældi play-off dyst til HM-endaspælið í Turkalandi.
Men enn verður so einki broytt hesum viðvíkjandi. Og føroyski 12. maður
sleppur framvegis at syngja við, tá Tú alfagra land mítt verður spælt.