Tjóðpallurin má víkja

Mentamálaráðið viðurkennir, at skúladepilin í Marknagili, sum fær 80 miljónir krónur næsta ár, skuggar fyri tjóðpallinum, sum má bíða nøkur ár aftrat. Tjóðpallurin má víkja fyri skúladeplinum í Marknagili. Tað er greitt, nú uppskotið um játtanarkarmarnar fyri 2012 er lagt fram. Í uppskotinum er ikki pláss fyri at byggja eitt tjóðleikhús enn. Í staðin eru pengar settir av til at halda fram við fyrireikingararbeiðnum.

Dimmalætting veit at siga, at ein bygginevnd er sett, sum í summar skal lata landsstýriskvinnuni við mentamálum eitt tilmæli um eitt komandi tjóðleikhús.

Nevndin skal eitt nú taka støðu til, um tað er rætt at keypa Bakaríið hjá Frants Restorff í Tórsgøtu ella um ein onnur loysn skal finnast.

Mentamálaráðið viðurkennir, at skúladepilin í Marknagili, sum fær 80 miljónir krónur næsta ár, skuggar fyri tjóðpallinum, sum soleiðis má bíða nøkur ár aftrat.

- At ein so stór verkætlan er í gerð hevur eisini ta avleiðing, at tað ikki í nóg stóran mun er rúm fyri teimum stóru íløgum á mentanarøkinum, sum stórur tørvur er á, eitt nú tjóðpallinum.

Tað skrivar Mentamálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmarnar fyri 2012.