Tjóðpallur á Skálatrøð

Byggi- og býar­skip­an­ar­nevnd­in hjá Tórs­havnar kommunu hevur eina visjón um at skapa ein livandi og samanhangandi býarpart í miðbýnum í havn, har vekt verður løgd á mentan og uppliving

Bogi Andreasen, for­mað­ur í byggi- og bý­ar­skip­an­ar­nevnd­ini, sig­ur í tíðindaskrivi, at Ment­a­mál­a­ráðið hevur vent sær til komm­ununa við ynski um, at bý­ráðið finnur hósk­andi pláss til tjóðpallin.
– Vit tosa tí um eina bý­­ar­ætl­­an fyri hetta øk­ið, har eisini verður hugs­að um almenna ynsk­ið um stað­se­t­ing av ei­num tjóð­palli, og at vit sam­stun­d­is re­al­i­sera ynsk­ið um at loysa allar komandi park­er­ings­trup­ul­leik­ar við m. a. einum parkeringshúsi. Bý­ar­skip­an­ar­liga er jú talan um bæði mið­bý og ein part av havn­ar­front­i­num hjá býnum. Tí gjørdi býráðið av, at ein heild­ar­ætl­an skal gerast fyri Skál­a­trøð og økið har á leið, sig­­ur Bogi Andreasen.
Hann sig­ur, at talan er um eina stóra ætlan, sum hann ikki kann koma nærri inn á, fyrre­nn málið er kom­­ið víðari. Men hann vísir tó á, at ætl­anin í vik­uni var fyri í byggi- og bý­ar­skip­ar­nar­nevnd­ini, og tað tóktist at vera rætt­iliga breið semja um, at ætl­­an­ir­nar ­eru real­ist­isk­ar.
– Her eru avbera góðir møg­u­leikar at kombinera nógv av tí, sum ynski eru um at seta í verk í økinum. Fleiri spenn­andi verkætlanir eru longu í gongd í økinum. Hetta er tí ein ótrúliga spennandi ver­k­ætl­an, sum eg rokni við, at breið semja fer at verða um í bý­ráð­num, sigur Bogi Andr­e­a­sen.