Út av lagi ringu korini hjá føroyskum sjónleiki skulu nú betrast, og tí verða játtaðar fimm milliónir krónur til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2011.
Í álitinum til fíggjarlógina sigur fíggjarnevndin hjá løgtinginum, at stór menning hevur verið í leikkynstrinum hesi seinru mongu árini, og leikpallurin er komin á eitt nýtt menningarstig, nú Tjóðpallur Føroya hevur fleiri yrkisleikarar í starvi.
- Ein tjóð við virðing fyri sær sjálvari eigur eitt tjóðleikhús, og tíðin er búgvin til at smíða ein karm um hetta virksemið í næstum. Í 2011 eru fimm milliónir krónur settar av, sigur fíggjarnevndin.
Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til at finna hóskandi øki og at skitsu- og detailprosjektera nýggja húsið. Leypur av játtanini við ársenda 2011, verður avlopið støðlað til verkætlanina. T.v.s., at kontan er C-áteknað.