Tjóðin skal savnast

Løgmaður var farin ein túr oman í býin til midnáttarsangin. ?Eg elski ólavsøkuna. Hon skapir eitt samanhald millum allar føroyingar sum einki annað. Allar siðvenjur ganga upp í eina hægri eind á ólavsøkuni. Tað veri seg ítrótturin, tað andaliga, tað politiska o.s.fr. Vit kunnu øll identifisera okkum við ólavsøkuna,? sigur ein avgjørdur løgmaður.

?Mær dámar persónliga væl at ganga oman og niðan gjøgnum býin og heilsa upp á fólk. Tað eru nógv fólk, ið ein ikki sær serliga ofta eitt nú útisetar, sum ein her hevur møguleikan at heilsa uppá,? sigur løgmaður.

?Sum løgmaður hevur ein tað ikki so strævið á sjálvari ólavsøkuni. Tað er meiri áðrenn ólavsøkuna, tá allar fyrireikingarnar til røðuna skulu gerast, at tað kann gerast strævið. Tað er nógv strævnari, enn fólk kanska halda, tí hetta er ikki bara ein og hvør røða. Hetta er røðan, sum skal savna tjóðina,? sigur løgmaður at enda.