Tjóðin ið hvarv

Tað var spurningurin um, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki, sum fekk landsstýrið til at fara frá samráðingarborðinum í forsætisráðnum hóskvøldið. Landsstýrið vildi vera við, at føroyska tjóðin sum eitt hugtak er horvin í hugaheiminum hjá dønum

Danir ristu undrandi við høvdinum, tá landsstýrið gjørdi tað til eitt aðalmál í samráðingunum at fáa stjórnina at góðtaka, at Føroyar eru ein tjóð ella eitt fólk. Hetta er ikki ein spurningur, sum hevur verið uppi og vent í samráðingunum higartil, og tað hevur einki við sjálvar samráðingarnar um fullveldi at gera, vildu danir vera við.

Men hjá landsstýrinum hevði júst hesin spurningurin ein so stóran prinsipiellan týdning, at landsstýrið sýtti fyri at halda fram við samráðingunum, fyrr enn stjórnin greitt hevði givið til kennar, at hon góðkennir Føroyar sum eina tjóð ella fólk.

Semja er um í Føroyum, at Føroyar eru ein tjóð, og hetta stendur eisini í føroysku útgávuni av heimastýrislógini. Í donsku útgávuni stendur hinvegin, at Føroyar eru "et folkesamfund", og orðið tjóð er ongastaðni at síggja í donsku útgávuni.


Orðabøkur á borðið

Sjálvt orðabøkurnar vóru á borðinum í forsætisráðnum í gjár, og tað bleiv ongantíð talan um nakrar veruligar samráðingar, tí landsstýrið helt fast um kravið um at verða góðkendir av dønum.

Landsstýrið vísti á, at tað ikki er nóg mikið, at danir siga, at føroyingar sjálvir sleppa at avgera sína egnu lagnu. Hetta er ein rættur, sum Føroyar av sær sjálvum hava, av tí at vit eru ein tjóð, segði landsstýrið. Tað er ikki neyðugt hjá Føroyum at fáa eina góðkenning frá dønum til at skipa Føroyar sum fullveldi. Eitt fólk og ein tjóð hevur hendan rættin av sær sjálvum, og hann er ikki treytaður av einari danskari góðkenning.


Fólkarættur móti tjóðarrætti

Meðan landsstýrið helt seg til tað, sum á lógmáli eitur fólkarættur, so helt stjórnin seg hinvegin til tað, sum eitur tjóðarrættur. Meðan fólkarætturin skipar viðurskiftini millum tjóðir, so skipar tjóðarrætturin viðurskiftini innanhýsis í einari tjóð.

Av tí at Føroyar eru í danska ríkisfelagsskapinum og skipar síni viðurskifti sambært heimastýrislógini, ber ikki til at fara yvir í fólkarættin, vísti stjórnin á á fundinum.

Danmark kann ikki fara út alment og góðtaka Føroyar sum eina tjóð, fyrr enn Føroyar hava fingið fullveldi og eru ein suvenur statur.

Tað er eingin ivi um, at danir og føroyingum løgdu hvør sítt í sjálvt hugtakið tjóð ella fólk. Meðan landsstýrið staðfesti, at Føroyar uppfylla treytirnar hjá ST fyri at vera ein tjóð, so staðfesti stjórnin, at Føroyar sum er ikki eru eitt "fólkarættarligt subjekt". I hugaheiminum hjá stjórnini er eitt "fólkarættarligt subjekt" tað sama sum ein suverenur statur, og stjórnin kann ikki góðkenna Føroyar sum ein suverenan stat, fyrr enn Føroyar hava fingið fullveldi.

Landsstýrið vildi hinvegin vera við, at eitt "fólkarættarligt subjekt" er tað sama sum ein tjóð, og tað eru vit, og tað hava vit altíð verið í fólkarættarligum høpi.

Poul Nyrup Rasmussen vildi ikki geva til kennar, at Føroyar eru ein tjóð, og spurningurin er tí, um Føroyar eru horvnar sum hugtakið tjóð í hugaheiminum hjá stjórnini. Ella um vit ongantíð hava havt júst hesa etikettina frá danskar síðu.

Fyri landsstýrið hevur tað týdning, at greiða fæst á hesum spurninginum, og tað er ósannlíkt, at tað yvirhøvur verða samráðingar aftur, fyrr enn stjórnin hevur boðað frá, at hon virðir Føroyar sum eina tjóð.

Landsstýrið fer nú fyri ST at gera greitt, at Føroyar eru ein tjóð, og spurningurin er so, um ST fer inn og avgreiðir hendan stríðsspurningin einaferð "med alla".