Tjúgu ár síðan fyrsta túrin

ODDAGREIN

Í dag eru 20 ár liðin, síðan fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog setti seg í Vágum. Felagið varð stovnað 10. november 1987 sum eitt alment partafelag. Samstundis sum føðingardagurin verður hildin, verður Atlantsflog kosið Ársins Lærupláss 2007 innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Fyrstu árini varð samstarvað við danska felagið Cimber Air, men tá tað vísti seg, at hetta samstarv var ein løgfrøðiligur trupulleiki fyri danska felagið, kom Atlantsflog at standa á egnum beinum. Tað var eitt stórt tak, ið varð tikið í 1987, og mong mundu tá spyrja, um vit føroyingar fóru at megna slíkt ódnartak. Vit høvdu frammanundan víst, at tað bar væl til á sjógvi, men hvussu fór at vera í luftini? Føroyingar høvdu jú drúgvar royndir við skipavinnu og eitt stórt lið av vælútbúgvnum sjófólki. Men hetta at reka loftferðslu var tó nakað heilt annað og eitt øki, har vit bert høvdu nakrar fáar royndir frá fimtiárunum og sjeytiárunum, sum endaðu uttan tey stóru úrslitini. Men í dag ber til at staðfesta,at tað, sum í 1987 byrjaði sum ein sera ivasom roynd, hevur eydnast framúr, og Atlantsflog er í dag eitt vælskipað og sterkt felag, sum røkir sítt virksemi á einum høgum professionellum støði. Tað hevur eydnast at skapa eitt vælútbúgvið og tænastuhugað starvslið frá fyrsta degi, tá tann eldhugaði og dugnaligi Hans Hansen setti seg við róðurpinnin. Fyritøkan er støðugt vaksin, soleiðis at hon við einum umsetningi uppá 539 milliónir krónur í 2007 flutti 359462 ferðafólk millum lond. Tað skal ein sterk og dugnalig leiðsla og sera gott starvsfólk til at menna og bera ein slíkan vøkstur. Tað hevur Atlantsflog við tí eldhugaða og gløgga Magna Arge á odda víst ber til.

 

Sum øll onnur flogfeløg í heiminum hevur Atlantsflog eisini fingið síni bakkøst, og sorgarleikurin á Stord fer ongantíð úr huganum á føroyingum. Men vit líta samstundis á, at felagið ger alt, ið gerast kann til tess at liva upp til sína visjón, sum er, at virksemið hjá felagnum altíð setir trygdina, stundisligheitina og kundan í fokus. Við hesum í huga halda føroyingar fram við at bakka upp um Atlantsflog. Hetta leggur eina sera stóra ábyrgd á felagið í dagliga rakstrinum eins væl og við framtíðarætlanum. Við tað, at Atlantsflog er og ivaleyst leingi verður einsamalt á marknaðinum, er brúkarin fult og heilt í hondum felagsins. Enn er Atlanstflog eitt alment partafelag og tað tykist ikki sum fulla einskiljingin verður framd í bræði. Tað er tí eisini ábyrgdin hjá tí almenna at tryggja brúkarunum bestu sømdir og maksimala trygd. Ein tann størsta avbjóðingin í so máta er spurningurin um nýggj flogfør og spurningurin um framtíðina hjá flogvøllinum. Tað ber ikki til at bíða leingi afturat eftir einari avgerð í hesum sera stóru spurningum. Vit ynskja Atlantsflog tillukku, góða eydnu og gott flog framyvir.

 

Sosialurin