Tjóðbankin við nýggjum lánspakka

Danski tjóðbankin kemur í dag við einum lánspakka til bankarnar, sum eru illa kroystir, eftir at tann evropeiska skuldarkreppan hevur gjørt tað at kalla ógjørligt hjá bankunum at útvega sær pengar. Tað sigur TV2.

Sambært teimum upplýsingum, sum sjónvarpsstøðin hevur fingið, fáa bankarnir møguleika at læna pengar frá tjóðbankanum upp til seks mánaðir, og og tað fer at geva bankunum eit andarhol, sigur fíggjargreinarin hjá TV2, Ole Krohn.

Fyri at lata lán skal tjóðbankin hava veð í teimum bestu lánunum hjá bankunum. Skipanin er, at lánini hjá bankunum verða býtt í fimm bólkar, og teir báðir bestu kunnu brúkast sum veð. Bankarnir kunnu so læna upp til 75 prosent av virðinum á teimum bestu lánunum.