Tjóðbankin sær fyri sær minni búskaparvøkstur í ár

Danski Tjóðbankin væntar eina minni framgongd í 2021. Nú verður roknað við at btú fer at vaksa 1,4 prosent, vísir nýggj framskriving.

Áður hevur verið roknað við einum vøkstri upp á 2,9 prosent í ár, skrivar Tjóðbankin í tíðindaskrivi.

Eisini sigur Tjóðbankin, at ein stigvís upplating av samfelagnum er byrjað, men stórir partar av danska búskapinum er framvegis merktur av avmarkingum. Góðar vónir eru fyri skjótari endurreisn av búskapinum: Koppsetingin av fólkinum, stór uppsparing, útgjalding av frítíðarpengum og upphópaður eftirspurningur gevur gróðrarbotn fyri skjótum vøkstri í aktivitetinum, tá búskapurin í minni mun verður avmarkaður av avmarkingum.

Tjóðbankin roknar við, at bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, veksur við 1,4 prosent í ár og 4,5 prosentum í 2022 og 2,2 prosentum í 2023.