Danski Tjóðbankin kunngjørdi seinnapartin, at hann hevur lækkað rentuna 0,1 prosentstig. Tað merkir, at tann danska rentan er 0,7 prosent nú ella 0,3 prosentstig lægri enn rentan hjá Evropeiska Miðbankanum.
Tjóðbankin sigur, at hann lækkar rentuna, tí hann hevur verið noyddur at keypa gjaldoyra á marknaðinum fyri at tálma virðinum á donsku krónuni, sum er sera sterk í løtuni.
Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við danska kringvarpið, at tað er ikki óhugsandi, at tann danska rentan fer uppaftur longri niður.