Lítið man vera at ivast í, hvat hevur størst týdning fyri eitt vanligt føroyskt húsarhald, ein pakki av mjólk ella ein stjórnarskipan. Mjólkin er svalandi og gevur børnunum gott í beinið. Stjórnarskipanin er eitt merkiligt orð, sum politikarar og løgfrøðingar stríðast um, og sum ongan ítøkiligan týdning hevur fyri vælveruna hjá tí einstaka. Hví brýggja seg um eitt óskilligt politiskt orð, tá mjólkin bara dýrkar, kundi onkur kanska spurt, nú stjórnarskipanin aftur er á politiska breddanum.
Hóast hon kann tykjast óviðkomandi, er eftir øllum at døma nógv krút í stjórnarskipanini, sum hon fyriliggur nú, tí fyri stuttum kendi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, seg kallaðan at koma til Føroya at siga føroyingum, at stjórnarskipanin líkist einum loysingarskjali. Løgtingsskrivstovan hevur somuleiðis sagt, kanska mest av formligum orsøkum, at stjórnarskipanaruppskotið bæði gongur ímóti donsku grundlógini, heimastýrislógini, stýrisskipanini og tingskipanini.
Ymsar fatanir
Allar grundgevingar ímóti stjórnarskipanaruppskotinum eru løgfrøðiligar. Tær byggja á ta fatan av veruleikanum, at danska grundlógin er hægsta grundleggjandi skjal í Føroyum, hóast hetta skjal onki sigur um, hvussu fólkaræðið Føroyar skal virka, hvat Føroyar og føroyingar eru, og hvussu støða Føroya mótvegis Danmark og restini av umheiminum er. Politiska skipanin hevur treiskast hesar grundgevingar, tí politiskt hevur málið verið at orða eina tjóðarsemju um, hvør støða Føroya og føroyinga er, so 100 ára gamla politiska eljustríðið um tann spurningin hæsar av.
Við hesi motivatión løgdu umboð fyri allar flokkar á tingi 6. mars í ár fram uppskotið um stjórnarskipan Føroya. Hugskotið um at skapa tjóðarsemju við hesi skipan sum grundarlag er tó eldri enn so. Hans Pauli Strøm, sosiologur, førdi tað fram á altjóða grundlógarráðstevnu í Norðurlandahúsinum longu í 2003. Fyrilestrarnir tá komu allir til somu niðurstøðu. Føroyar eru ikki nøkur sjálvstýrandi kommuna í Danmark. Føroyar eru land, og føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða fólkarætti. Føroyingar hava bara ongantíð samtykt hetta sjálvir.
Nú nærkast so, at føroyingar kanska fara at geva sær egna stjórnarskipan, og at føroyingar við hesi lóg fara at definera, hvat Føroyar og føroyingar eru, og hvussu Føroyar kunnu flyta seg úr verandi støðu, um hetta annars skal gerast. At danskir myndugleikar ressast við, er ikki løgið. Sum oftast hava bara danskir serfrøðingar definerað støðu Føroya í heiminum. Hetta hava teir gjørt við donsku grundlógini sum fortreyt, men hana tekur uppskotið um stjórnarskipan ikki støðu til. Uppskotið viðurkennir, at Føroyar eru í samveldisstøðu, men staðfestir, at Føroya fólk ræður í Føroyum.
Valdið hjá fólkinum
Grundleggjandi stríðsspurningurin við Danmark stendur tí um hetta: Er tað danska grundlógin, sum ræður í Føroyum, ella er tað Føroya fólk, sum ræður, men hevur valt at útdelegera ein part av valdinum í Føroyum til danskar myndugleikar, t.d. dómstólarnar og uttanríkismálini. Í stjórnarskipanaruppskotinum er grundhugsanin púra greitt, at valdið í Føroyum kemur frá føroyska fólkinum. Longu í formælinum stendur, at Føroyar hava í øldir samstarvað við onnur lond og ríki, men onki kann køva sjálvræði landsins og sjálvsavgerðarrættin hjá fólkinum í Føroyum.
Eisini stendur, at føroyingar hava hildið ting til hendan dag og skipað seg eftir egnum tørvi um alt landið, at landsins lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja, og at allar lógir og siðvenjur skulu virða stjórnarskipanina. Staðfest verður haraftrat, at "eingin lóg ella siðvenja má sigast vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð." Eitt nú hendan setningin hevur danska løgmálaráðið stúrsað við, tí merkir hann, at danska grundlógin skal trokast til viks, spyr ráðið og tosar tí um loysing.
Um stýrislagið stendur í grein 1 í stjórnarskipanini, at Føroyar eru land, at føroyingar eru tjóð, og at alt vald er hjá Føroya fólki. Føroyar hava sambært sáttmálum samstarvað við onnur lond, verður sagt, og kunnu framvegis samstarva við onnur lond sambært sáttmála. Eitt og hvørt samveldissamstarv kann tó sigast úr gildi, og fólkið skal taka endaligu avgerðina á fólkaatkvøðu, tá løgtingið hevur tikið sína støðu. Her er lykilin til tjóðarsemjuna millum loysingarhugað og sambandshugað. Føroyar eru í samveldisstøðu, men kunnu fara úr hesi støðu. Danmark verður ikki nevnt beinleiðis, men at sambandið við Danmark er veruleiki, er ongin ivi um.
Rættindi staðfest
Nevnt hevur fleiri ferðir verið um stjórnarskipanaruppskotið, at tað er karmur um føroyska fólkaræðið. Hetta kemur eisini greitt til sjóndar í grein 2 um valdsbýtið í landinum, har staðfest verður, at Føroyar eru land við fólkaræði. Fólkið fremur vald sítt gjøgnum løgtingið, landsstýrið og dómstólarnar. Sagt verður eisini, at løgtingið ger landsins lógir, landsstýrið staðfestir og umsitur lógirnar, og dómstólarnir døma eftir lógunum. Her verður tann klassiska valdslæran hjá franska heimspekinginum, Montesquieu, staðfest sum galdandi í Føroyum.
Stjórnarskipanaruppskotið umrøður haraftrat alskyns rættindi og skyldur, sum borgarar í Føroyum hava, eins og grundlógir ofta gera. Eitt nú stendur, at øll eru fræls og frí sum persónar, at ongin kann revsast ella viðfarast miskunnarleyst, at javnstøða er millum fólk uttan mun til kyn, eyðkenni og frábegði, at allar ognir eru vardar ímóti ágangi, at øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv, at ein og hvør undir ábyrgd kann bera fram sína hugsan, at øll kunnu taka seg saman í feløg, at øll kunnu savnast á almennum stað, og at øll eiga rætt til undirvísing.
Aftast í uppskotinum stendur, at stjórnarskipanin skal samtykkjast á tingi og síðan á fólkaatkvøðu, og verður hon tað, skal hon setast í staðin fyri stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi í 1994. Stýrisskipan Føroya er ikki at meta sum ein úttømandi grundlóg fyri Føroyar, men meira ein áseting um, hvussu innanhýsis stýrisskipanarligu viðurskiftini eru. Stýrisskipanarligu viðurskiftini verða eisini væl og virðiliga lýst í stjórnarskipanaruppskotinum, og tí hava uppskotsstillararnir mett, at hon kann koma í staðin fyri verandi stýrisskipan.
Fakta
Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya varð lagt fyri tingið 6. mars í 2010. Umboð úr øllum flokkum løgdu tað fram.
Á ólavsøku fall uppskotið burtur, men 17. august 2010 legði Poul Michelsen, formaður í serligu grein 25-nevndini, ið viðger stjórnarskipanina, uppskotið framaftur.
Løgtingsskrivstovan hevur mælt til at burturvísa uppskotinum, tí tað gongur ímóti fleiri lógum. Formansskapurin ger av, um tingið kortini skal viðgera uppskotið.