Danska stuttleikaparkin Tivoli ætlar nú at innføra eina stóra býarpark, sum kemur at broyta miðbýin í Keypmannahavn í stóran mun. Tivoli ætlar, at tað skal steingjast fyri ferðslu á Vesterbrogøtu millum H.C. Andersens Boulevard og Bernstorffsgøtu - beint yvirav Ráðhúsplássinum og Strøgnum.
Hetta skal gerast til eitt grønt bilfrítt øki, har trø og annað skal plantast framman fyri høvuðsinngongdina til Tivoli.
Verkætlanin skal góðkennast av grannum og býráðspolitikarunum í Keypmannahavn. Tøkni- og umhvørvisborgarstjórin, Karina Vestergård Madsen og yvirborgarstjórin Frank Jensen eru jalig fyri verkætlanini.
- Eg sigi ongantíð nei til fleiri trø í býin. Eg vil gjarna standa á odda fyri hesum saman við tøkni- og umhvørvisborgarstjóranum, sigur Frank Jensen við Ritzau.
Ein fyrimunur við hesari býarparkini er, at tað vera væl betri møguleikar at parkera hjólhestin í miðbýnum. Harumframt kann hendan ætlanin loysa fleiri trygdaravbjóðingar í sambandi við tiltøk við stórum mannamúgvum, tí har koyra so nógvir bilar í løtuni.
Umframt hesa stóru ætlanina liggur tað eisini í kortunum hjá Tivoli at byggja eitt 70 metrar høgt hotell inni í hesari parkini. Tað verður Glasir-arkitekturin Bjarke Ingels, sum skal standa á odda fyri hesum torninum.
##med2##
(Kelda: Ritzau)












