"Tito" nýggjur venjari hjá Barcelona

Tað verður hjálparvenjarin hjá Josep Guardiola, Tito Vilanova, sum tekur yvir sum venjari hjá Barcelona. Tað hevur forsetin í felagnum, Sandro Rosell, just kunngjørt á einum tíðindafundi, har Josep Guardiola eisini takkaði fyri seg.

 

Júst sum Josep Guardiola hevði takka fyri seg á einum tíðindafundi, so kunngjørdi Barcelona at tað verður 42-ára gamli Francesc “Tito” Vilanova, sum tekur yvir sum venjari. Hann var hjáparvenjari hjá Josep Guardiola í tá hann stóð á odda fyri B-liðnum hjá Barcelona og fylgdi honum tá hann gjørdist venjari hjá besta liðnum hjá Barcelona í 2008.