Titanic-leikstjórin í Challengerdýpinum

Amerikanski leikstjórin James Cameron, ið millum annað hevur leikstjórnað filmum sum "Titanic" og "Avatar", var í gjár niðri á botni í Challengerdýpinum, sum er tað djúpasta staðið í Kyrrahavinum.

Deep Sea Challenge, sum skipaði fyri ferðini saman við National Geographic Society, sigur í einari fráboðan, at ferðin, sum var næstan 11 kilometrar, eydnaðist væl. James Cameron var einsamallur í einum lítlum kavbáti, og hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur verið einsamallur niðri á botni í Challengerdýpinum, sum er í útsynning úr oynni Guam.

Tveir amerikanarar vóru niðri í Challengerdýpinum í 1960, men teir fingu ikki so nógv burturúr, tí sýnið var sera vánaligt, tá teir komu niður á botn. Harafturímóti er tað líkt til, at James Cameron hevur fingið meiri burturúr, og hesum fer hann at greiða frá seinni, siga tey, sum fyrireikaðu ferð hansara.