Kavbáturin Titan var á einari av sínum ferðum niður á vrakið av Titanic, tá kavbáturin hoknaði undir stóra trýstinum og sprongdist inneftir - ella imploderaði, sum tað eitur á fremmandamáli.
Øll fimm fólkini, sum við vóru, lótu lív í vanlukkuni.
Sambært nýggjum upplýsingum lurtaðu teir, sum vóru í kavbátinum, helst eftir tónleiki í bølamyrkri, meðan kavbáturin sakk niður í dýpið. Kanska sást okkurt lívfrøðiligt ljós frá skapningum í dýpinum.
Hetta skrivar bretska ávísin, Daily Mail.
Tað var klokkan 08 henda feigdarmorgun, sunnudagin hin 18. juni, at niðurferðin hjá Titan við teimum fimm monnunum umborð byrjaði.
Ein tíma og 45 minuttir seinni misti móðurskipið sambandið við kavbátin.
Í gjár greiddi Christine Dawood, kona pakistanska ríkmannin, sum misti bæði mannin og sonin í vanlukkuni, frá teimum seinastu fyrireikingunum til niðurferðina.
Bæði maður og sonur hennara, Shahzada Dawood og Sulaiman Dawood, vóru við á vanlukkuferðini.
Sambært Christine Dawood fingu teir boð um at vera í tjúkkum sokkum og húgvu, tí tað kundi gerast kalt niðri í dýpinum.
Teir skuldu eisini ansa eftir, hvat teir ótu dagin fyri og um morgunin, sum niðurferðin skuldi byrja, skuldi teir ikki drekka kaffi.
- Teir, sum vóru í kavbátnum, høvdu frammanundan fingið boð um, at teir kundu taka upp sín egna yndistónleik á telefonina, og síðan kundi tónleikurin spælast av aftur um ein bluetooth-hátalara, sigur hon.
Allir, sum skuldu við kavbátinum niður á vrakið av Titanic, høvdu fingið at vitað, at niðurferðin fór at vera í bølamyrkri, tí framljósini fóru at vera sløkt fyri at spara streym, til komið varð niður á havbotnin.
- Teir fingu at vita, at teir kanska fóru at síggja onkur ljós frá skapningum niðri í dýpinum, hevur konan og mamman, Christine Dawood, sagt við New York Times.