Steen Juul Pedersen
Nú alt hetta rokið er um SEV, so setti eg meg at lesa bókina »Ljós yvir landið« skrivað
av Jógvan Arge. Nógv minnir renna fram fyri mær, meðan eg lesi, minnist til dømis
5. mai í 1954, tá Fossáverkið var vígt. Tjaldrið kom á Vestmanna við gestum, nógvir
mætir menn vóru tá samankomnir í Vestmanna.
Vil loyva mær at nevna stýrið fyri SEV, sum var um tað mundið, stýrisformaður var
Gunnar Dahl-Olsen Vestmanna. Stýrislimir vóru Richard Mortensen Argir,
Óli Ellingsgaard Eiði, Niels Pauli Hansen Glyvrar, Sørin Danielsen Miðvág, Hilmar
Petersen Fuglafjørð. Umboðsnevndarformaður var Dánjal Niclasen, Sørvvág.
Hesir saman við ørðum høvdu tað frammskygni og dirvi sum skuldi til, fyri at SEV
kundi blíva til tað, sum ætlanin var.
Hóast stjórin Hjalgrim Winther saman við ymiskum stýrum hesi árini stríddist, so skerst
ikki burtur, at støðan í 1983, tá Klæmint Weihe tók við sum stjóri var vánalig. Streymveitingartrygdin var út av lagi vánalig, linjur og elútbúnaður annars vóru í sera ringum
standi, elverkini vóru ikki útbygd, so tey kundu nøkta tørvin, eisini pengakassin var skraltómur.
Eg skal ikki her koma inn á smálutir (sum t.d. Eiðisútbygging) bert at stjórin, stýrið og starvsfólk
í SEV hava megnað at fingið SEV til at verða eina rímuliga vælfungerandi fyritøku. Sjálvandi er
tað so, sum danska orðatakið sigur, at »hvor der handles der spildes« treyðugt so.
Nú til hetta stýrið: At standa saman og lyfta byrðuna í felag, tað hava tit so ikki fingið í dópsgávu. Tit eru í ferð við at sorla eitt stórt og gott arbeiðspláss sundur. Hvat orsøkin er, veit eg ikki, kanska er tað hatur, klandur, agg ella bert óvitinheit, ikki veit eg, men eitt veit eg, at alt hetta rokið førir ikki til naka gott fyri stovnin SEV.
»Almindelig sund fornuft er ikke så almindelig endda«
Eg vil enda við at ynskja SEV tillukku við teimun 60 árinum 1. oktober í ár. Hjartaliga tillukku.