Tit ræðast meg øll?

Hósmorgunin funnu starvsfólk í Damor eitt torvatrøll í einum vaski, sum var útstillað í handlinum. Eitt torvatrøll er ikki so óvanligt hesa ársins tíð, men hetta torvatrøllið mundi ivaleyst fáa fleiri at hyggja tvær ferðir. Og tekstin í sanginum um Torvatrøllið at koma til sín rætt.
Hetta torvatrøllið var ikki minni enn 20 sentimetrar langt í tvørmáti.
Meginparturin av starvsfólkunum stóðu til endans rundan um hetta vaskið, sum torvatrøllið stríddist við at sleppa burturúr. Men tað eydnaðist tí ikki, hóast beinini vóru so long.
? Vit sóu beinanvegin, at tað var eitt torvatrøll, men vóru ovfarin av, at tað var so stórt, sigur starvsfólk hjá Damor.
Hetta ólukkudýrið fekk tó hjálp til endans at koma upp úr vaskinum, og starvsfólkini hjá Damor settu tað út um og lótu tað ganga sína leið.
Hvagar leiðin mundi ganga, er ikki gott at vita, men við hasum beinunum, skuldi verið lag á torvatrølli at komið langa leið.