Barnaskúlin heima á Sandi fekk nú um dagarnar at vita, at nakrir tímar skuldu takast av tímatalvuni. Undirritaði vil gjarna hava eitt alment svar, um hví so er! Undirritaði ynskir ikki eitt akademiskt svar, ið svargevarin nóg illa skilir sjálvur. Undirritaði ynskir ikki eitt svar, ið er leitað fram úr rokniarkinum á einari ella fleiri teldum í Mentamálaráðnum norðuri í Havn. Undirritaði ynskir eitt svar, ið vanlig fólk skilja.
Anno 2004 hava børn í Sands kommunu ikki ítrótt á tímatalvuni. Rokniarkið í Mentamálaráðnum hevur givið tey boð, at fólkaheilsan, ið nógv hevur verið tosað um í seinastuni, ikki eru so neyðug fyri børn heima á Sandi.
Tað kann ikki vera rætt mitt í einum skúlaári at koma við boðum um, at nú skulu børnini ikki fáa ta undirvísing, tey høvdu fyri jól. Javnaðarflokkurin hevur tosað um matpakkar til skúlanæmingar fyri 10 milliónir kr. Jú, maturin hevur nógv at siga, men flest øll børn í Føroyum hava foreldur, ommur og abbar. Vit ynskja undirvísingartímar til okkara børn! Undanfarna samgonga hevur latið ljóðað, at undirvísingarverkið hevur fingið 10 tals milliónir fleir at ráða yvir. Undirvísingartímarnir í barnaskúlanum á Sandi eru bara fækkaðir í tali síðani einaferð tíðliga í 90´árunum.
Á Sandi fara vit at biðja foreldrini ella onnur avvarðandi at smyrja matpakkarnar hjá teirra børnum. Men vit fara at heita á tykkum, ið júst eru sett at stýa hesum landi, at geva eisini okkara børnum møguleikar at mennast á jøvnum føti við onnur í Føroyum.
Tí fari eg enn einaferð at heita á tykkum norðuri í Havn ? blakið rokniarkið av f? til.
Heimsins besti skúla kann bert skapast í skúlanum!!!