Tit hava gjørt óhugnalig mistøk

Amanda Knox byrjaði bardagan fyri rættvísi í dag við at siga, at rætturin hevði gjørt eitt óhugnaligt mistak, tá hann dømdi hana og fyrrverandi sjeikin fyri morð. Tað var 2. november 2007, at enski skiftisnæmingurin, 21 ára gamla Meredith Kercher, var funnin myrd. Hálsurin var skorin av.

Amerikanska Amanda Knox og hgennara táverandi sjeikur, Rafaello Sollecito, vórðu í fjør dømd ávikavist 26 og 25 ára fongsul, men serliga Amanda Knox og verjar hennara hava fingið rættin til at lurta eftir nýggjum prógvum í málinum.

Amanda Knox heldur fast um, at tey bæði eru ósek dømd, og sum skilst hava tey bæði nýggj vitnir í málinum, sum prógva júst tað sama.

Amanda Knox og Meredith Kercher búðu saman í italska býnum Perugia, og Meredith var funnin á bústaðnum myrd. Hon var ensk og kom frá lítla býnum Coulsdon í Surrey.

Men meðan verjarnir krevja frídøming, vilja ákærararnir hava fongsulsdómin longdan til lívslangt fongsul, so tað er ikki so líkatil fyri Amandu Knox.