Tað er møguleiki fyri, at Gunnar Nielsen fær ein norðlending sum liðfelag til komandi ár í Manchester City. Talan er um svensku heimsstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic, sum í summar skifti frá Inter Milan til Barcelona. Tað gekk væl at byrja við hjá Zlatan, men í seinnu hálvu steðgaði hann upp og langt var millum málini og góðu dystirnar. Tá so Barcelona herfyri keypti David Villa fyri áleið 400 milliónir krónur frá Valencia, eru fleiri gitingar um at Barcelona ynskir at sleppa av við svenska framherjan.
Robinho hevði tað eisini torført í Manchester City í ár og tað endaði við at hann varð leigaður út til Santos í heimlandinum Brasilia. Tað er ikki líkt til, at hann hevur huga at koma aftur til Gunnar og teir í Manchester.
Tað verður mett í enskum fjølmiðlum, at Manchester City fer at bjóða Barcelona Robinho og góðar 100 milliónir krónur í býti við Zlatan.