Tit eru størstu egoistar, ið stýrt hava

Viðmerking til tingmenn í andstøðu og samgongu

 

Sólvit Simonsen

???????????????????


Fríggjakvøldið 13. juli settist eg sum vant at hyggja at og lurta eftir Degi og viku. Jú, so sanniliga kemur hann ikki og fortelur, at løgtings- og landsstýrismenn hava hækkað pensión sína við yvirdosis tølum. Ja, fyrst nú hjá landsstýrismonnunum og síðan hjá løgtingsmonnum verður farið undir at hækka; ikki eitt orð um, hvar pengarnir skulu koma frá, tá er ovmikið í kassanum.

Til manningina á Teistanum tók tað tríggjar mánaðir at finna pengar til eitt so ansvarsfult arbeiði, sum teir hava, og síðan 36 tímar at sita út í eitt fyri at teir kundu fáa eina brúkiliga hýru.

Eg haldi tað vera skammiligt, at landsins kosnu menn skulu alla tíðina hugsa fyrst um seg sjálvan, ikki ein einasti mótmælir tá ið tað er at kradda til sín sjálvan.

Nú hava tit í eina heila tingsetu skula fingið eina brúkiliga pensión til tey eldru, men hvar er batin? 0,00!

Eg fyri mítt viðkomandi havi nú roynt at slitið meg ígjøgnum lívið. Faðirleysur 14 ára gamal, tá var ongin almenn hjálp; men bert tvær hendur við vøttum uppiá, sum skuldu klára dagligt breyð til seg og síni.

Síðan hevur man fram ígjøgnum lívið tíbetur havt eina somikið brúkiliga heilsu, at tað hevur gingið so nøkurlunda, stundum verri og stundum betur. Nú er tað komið til tað, at eg sjálvur eri blivin pensionistur, og hvat er so pensiónin, jú 3300 kr. um mánaðin og harav skulu 600 kr. gjaldast í skatti. Forkláringin er tann, at kona mín hevur ein handil, sum gevur nú í seinastuni 100.000 kr. í yvirskoti, men verður hon eisini nívd til jarðar í skatti.

Um so var, at man hevði gingið á almannastovuna alt sítt lív og hevað pengar, so er man vitandi um, at man hevði beinanvegin fingið hægstu pensión. So nú stendur akkurát soleiðis til í Føroyum, at tað eldra fólkið er fullkomiliga komið í neyð av tykkum, sum stýra skulu.

Eg fari at loyva mær at geva tykkum mítt ummæli bæði í andstøðu og sam gongu, og ljóðar tað soleiðis: Tit eru størstu egoistar, ið sitið hava við róðrið her á Føroya landi.

Síðani fari eg at loyva mær at broyta orðini hjá Harry Birtulíð, sála:

Hví er tað í Føroyum so vorðið,

at hann, ið hevur byrðarnar borið

skal bidda sítt breyð

og liva í neyð.

Hví er tað í Føroyum so vorðið?