Tit eiga eisini at broyta einkarsøluna

Arne Reold kennir sjálvandi Føroyar frá fólkaskúlanum, men hevur ongantíð hugsað meira um tað. Ikki fyrr enn hann hitti Bent Kristensen, sum hevur gjørt Den Danske Spiseguide. Hann var sera hugtikin, eftir at hava vitjað í Føroyum.

– So hitti eg Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum á eini messu, og hann hevur so lokkað meg hendanvegin. Tit hava eitt fantastiskt land, sum kann mennast nógv innan fyri ferðavinnu. Men tá krevst tað eisini, at tit menna tykkum innan tað, sum eitur »fine-dining«, og tað krevur aftur, at tit gera broytingar í einkarsøluni. Tykkum nýtist ikki at broyta prinsippið um einkarsølu, men arbeiðsháttin.
Tá hini fyra norðurlendsku monopolini hava ment seg við fleiri innflytarum, sá átti Føroyar eisin at fylgt við.