Eg eri vald sum umboð í Oslo økinum og vil tí sjálvsagt fáast nógv við stórbýartrupulleikar, men harumframt havi eg fingist nógv við at granska í menningini hjá arbveiðarastættini í býnum. Eitt, ið eisini liggur mær nær er at fáast við útbúgvingarpolitikk, vónandi klári eg at gera nakað á økinum.
Ein fyrimunur hjá mær er, at eg fyrr havi verið virkin í AUF (Arbeiðara Ungdóms Fylkingin) og í fakfelagsarbeiði. Hetta er ein styrki í sær sjálvum, ið vónandi vísir seg í tí arbeiði eg fari at gera.
Roknar tú við, at Jagland og arbeiðaraflokkurin aftur fáa valdið í Norra?
Eg rokni við, at vit koma aftur at leiða Norra - um kanska minni enn eitt ár ella tvey, saman við sosialistiska fólkaflokkinum og sentrumsdemokratunum, tí t.d. á búskaparliga økinum verður tað torført hjá teimum konservativu, høgra og kristiligu at samarbeiða, eisini tí tey eru so reaktioner. Tað er altíð eitt grundarlag fyri búskaparpolitikkinum hjá arbeiðaraflokkinum, og sosialdemokratisku hugsanini sum heild.
Hvat heldur tú um Norðurlandasamstarvið í løtuni?
Eg, líka sum nógv tey flestu í arbeiðaraflokkinum var greitt fyri ES, men t.d. AUF¹arnir vóru ímóti, og tey vunnu.Vit í Norðanlondunum eru í løtuni tí støðu, at tað eru ójøvn tilknýti til Evropa og ES, tí er tað umráðandi at Norðurlendsku londini fáa eitt tætt tyllknýti.
Hvussu sært tú samarbeiði millum Noreg og Føroyar?
Føroyar eru ein áhugaverdur samarbeiðispartnari. Treyðugt so tykist tað mangan sum normenn fara ov lætt um Føroyar yvir til Ísland, men t.d. á fiskivinnuøkinum er Føroyar, haldi eg, kanska tann, ið liggur næst Norra. Kappingin landanna millum er heldur ikki soleiðis, sum hon er við Ísland, sæð frá norskum sjónarmiði.
Føroyar áttu annars at markanaðarført seg betur sum ferðamannaland í Norra, tí so høvdu nógv fleiri normenn fari har í frítíðini. Ein av mínum bestu vinum hava verið í Føroyum. Tey søgdu, at tað var eitt fantastiskt land. og høvdu alt gott at bera bæði um fólk og land. Tað hevur eisini okkurt við at gera, at vit hava havt so nógv við hvørt annað at gjørt. Eg havi eisini altíð haft kenslu av, at tit hava meira tilfelags við Norra enn Danmark, ið tit jú eru í ríkisfelgsskapi við. Tað veri seg á fiskarí økinum, møguliga komandi oljuvinnuni og á mentannarøkinum.