Christian Høgni Jacobsen og liðfelagarnir í AB spældu í gjár útidyst á Lollandi ímóti Lolland Falster Alliancen. Og tað hilnaðist væl hjá AB, sum vann 1-0. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 0-0. Simon Bræmer gjørdist stóra hetjan hjá AB, tá hann eftir 66 minuttum skoraði sigursmálið hjá AB. AB er nú nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 37 stigum. Fimm stig eru upp til Viborg, sum liggur á øðrum plássi, sum gevur uppflyting til bestu fótbóltsdeildina. Komandi leygardag hevur AB heimadyst ímóti Kolding.