Útisetar skulu læra um fiskivinnuna

Hvat er eitt fiskiloyvi? Verða fiskiloyvini nýtt á rættan hátt? Hvat hendir í 2018, tá ið fiskiloyvini ganga út? Hvussu fæst mest burturúr fiskivinnuni? Tað spyr MFS, sum fríggjadagin skipar fyri einum tiltakið um júst hetta í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

MFS varpar við hesum tiltakinum ljós á vitan um fiskivinnuna í Føroyum.

 

-Tú kennir tað allarhelst. Tíðindini eru full av yvirskriftum um fiskivinnuna, men tú skilur ikki helvtina av tí. Ella skilur tú orðini, men ivast kanska í týdninginum og avleiðingunum tey hava fyri tjóðarbúskapin. Hvat merkir tað, at onkur fiskur fer fyri 5. Kr. Kilo? Er tað nógv? Hvat merkir tað, at nógvur uppisjóvarfiskur er fiskaður? Er tað gott ella ringt?, spyr MFS, sum stendur á odda fyri hesum tiltakinum.

 

Tey siga, at um vit vilja tað ella ikki, so er fiskivinnan alfa og omega í føroyskum politikki. MFS vil við hesum tiltakinum leggja fakta á borðið. MFS vil geva lesandi upplýsingar um fiskivinnuna, soleiðis at lesandi sjálvi kunnu gera sær eina meining um hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.

 

Stefan í Skorini leggur fram “Fiskivinnan for dummies”, har hann greiðir frá núverandi skipan.

 

Eftir hetta fara Jóannes Jacobsen og Tummas Justinussen at koma við hvør sínari framløgu um hvussu teir halda, at vinna skal skipar í framtíðini. Eftir hetta verður kjak, og áhoyrarar hava møguleikan at seta spurningar.

 

Skráin er hendan:

 

Kl. 19:00 - Tiltakið byrjar (Føroyahúsið er opið áðrenn)

Kl. 19:10 - Stefan í Skorini - greiðir frá um fiskivinnuna í Føroyum

Kl. 19:30 - Jóannes Jacobsen - greiðir frá um uppboðssølu og tilfeingisgjald

Kl.19.50 – Tummas Justinussen – greiður frá um hvussu vinnan sær uppá støðuna

Kl. 20.10 – steðgur

Kl. 20.20 – kjak

 

Orðstýrari er Eirikur í Jákupsstovu.