Útisetar á regatta

Leygardagin verður ársins fyrsta av fýra føroyskum regatta, ið hildnar verða í Danmark. Talan er um Norðhavns Regatta 2011, sum Tvørabáturin skipar fyri. Hinar tríggjar eru Ishøj Regatta, Knørrur Regatta og Sorø Regatta, sum verða seinni í ár.

 

Tað verður Sólrun J. Rasmussen, sum setir Norðhavns Regatta leygardagin. Umframt sjálvan kappróðurin verður eisini kajakksýning, livandi tónleikur við Guðrun Sólju og Neil, felagssangur, harmoniktónur, Champions League finala á stórskíggja og uppaftur meiri tónleikur við Revival.

 

Kelda: FO Invasion