Útisetar hittast aftur til Ghetto Kvøld

So er sendingin beinleiðis úr útisetaumhvørvinum, Ghetto Kvøld, aftur á skránni á Rás2. Hesaferð fara útisetarnir at umrøða ideal í dagsins samfelag.

 

Á skránni er eitt nú prát við Annu Faroe, sum flutti til Danmarkar sum 18 ára gomul, og lærdi, at idealini í Føroyum og í Danmark eru ógvuliga ymisk.

 

Haraftrat verður Anna Elinborgardóttir Berg gestur í Ghetto Kvøld. Anna hevur tapt seg yvir 30 kilo, og hon fer at greiða frá hví hon valdi at fara undir hetta, hvussu hon merkir, at fólk uppfata hennara vekttap.

 

Spildurnýggi bólkurin hjá Peturi Háberg og Filipi Mortensen, LoverLover, spæla í sendingini, og fimm borgarstjórar siga útisetum, hví tey skulu flyta heim aftur til Føroya.

 

Sendingin byrjar klokkan 20.00, og kann hoyrast á Ràs2.

 

 

Til ber at fylgja við í sendingini á Facebook síðuni hjá Ghetto Kvøld.