Útisetar eftirmeta løgtingsvalið

Føroyskur politikkur eftir løgtingsvalið er heitið á tiltaki, sum MFS skipar fyri í ávikavist Árhus og Keypmannahavn

Í sambandi við løgtingsvalið 19. januar, bjóðar MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta,

øllum føroyingum í Århus og Keypmannahavn til tvær feskar eftirmetingar av løgtingsvalinum. Fyrra eftirmetingin verður hóskvøldið 31. januar kl. 20 í Áarstovu í Århus, og seinna eftirmetingin verður fríggjakvøldið 1. februar kl. 21 í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn. Tað verður føroyski stjórnmálafrøðingurin í Århus, Bogi Eliasen, ið fer at greina politiska landslagið í Føroyum eftir løgtingsvalið. Umframt at hann javnan verður nýttur sum politiskur viðmerkjari í føroyskum fjølmiðlunum, arbeiðir Bogi sum ráðgevi í fyritøkuni Implementerer, er atknýttur partnari í Bitland, og er eisini annar av vertunum í sendingini um uttanríkispolitik Úthav hjá Kringvarpinum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.