Útisetalív á donskum

Sjálvævisøgan hjá Marionnu Debes Úti á leysum oyggjum er nú týdd til danskt


12 ár gomul flytir Marianna úr Føroyum til Danmarkar, har hon skal ganga á Maria Mørk kostskúlanum í Hillerød.

Harvið byrjar lívið sum útseti og ein støðug ferðing aftur og fram millum Danmark og Føroyar, eins og nógvir føroyingar kenna tað. Tað sermerkta er tó, at Marianna bara er 12 ára gomul, tá hon flytir. Orsøkin er, at báðir hennara eldru beiggjar lesa í Keypmannahavn. Uttan beiggjarnar vil Marianna ikki verða eftir í barnaheiminum, har hon á ongan hátt kennir seg trygga. 



Upp um tað persónliga

Bókin, sum á donskum hevur fingið heitið Der hvor øerne giver slip, byggir á minnir og hendingar, ið onnur børn eins væl kundu havt upplivað. Í so máta roynir bókin at lyfta seg upp um tað persónliga. Eisini tá sjónarhornið verður flutt til mammuna, pápan ella onnur í familjuni.

Hóast Marianna trívist væl í Danmark, hvørvir longsulin eftir barndómslandinum ongantíð. Á tann hátt kann heitið á bókini Der hvor øerne giver slip fatast sum bæði ein frígering og benda á longsul og ótryggleika.

Sum Guðrun Gaard, ummælari, hevur víst á, kann heitið eisini tulkast sum, at høvundurin nú er vorðin ein eygleiðari, sum stendur og hyggur at, hvussu leikur fer.

Sum árini millum barndómin og nútíðina eru liðin, hevur unga kvinnan ment vaksna tilvitið, sum skal til, fyri at tulka tað, sum hendir barninum.

Tað er Marianna Debes sjálv, sum hevur týtt bókina til danskt.

Forlagið Arvids gevur út.