Útisetatelefonbókin 2003, ið er ein telefonbók yvir føroyingar búsitandi uttanlands, er júst komin út. Góðir 2000 felagar eru í bókini hesaferð. Upplagið er 3000 eintøk.
Útisetatelefonbókin fæst til keyps í føroysku bókabúðunum og í Føroyahúsinim í Keypmannahavn. Hesaferð verður tó ikki gjørt alt ov nógv burtur úr søluni.
Ístaðin hava útgevararnir valt at senda eina ávísa nøgd ókeypis til føroysku feløgini í Dan-mark, Noregi, Bretlandi, Íslandi og Grønlandi. Somuleiðis verður hon send ókeypis til tey størri kollegiini í Danmark, har føroyingar í lestrarørindum halda til.
»Gulu síðurnar« er nýtt tiltak, ið er eitt yvir-lit yvir tey vinnurekandi í fyrstu syftu í Danmark og Føroyum, men sum frálíður eisini í øðrum londum.
Í framtíðini fer Útisetatelefonbókin at koma út á hvørjum ári, og verður hon aftur í januar/februar 2004. Tað er reklamuvirkið Mediagraph í Ringe á Mið-fjóni, ið er útgevari av telefonbókini.