Einki ítøkiligt nýtt er at frætta í málinum um myrda Pidda Hansen.
- Okkum vantar enn endaligu frágreiðingina um teknisku prógvini. Og tá tað viðvíkur tipsum frá almenninginum er einki nýtt síðani undan ársskiftinum, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.
Søgur ganga alla tíðina um hettar og hattar, men tað er einki, ið Bergleif Brimvík kann gera viðmerkingar til.
- Eg fái einki sagt um morðvápn, heldur ikki, um vit hava eitt slíkt í varðveitslu, sigur Bergleif Brimvík.
Hann roknar við, at tað fara at ganga nakrir mánaðir, áðrenn eitt ákærurit er skrivað.