Tippið við vinunum

Umframt at taka lut í samlaðu kappingini, ber eisini til at hava kappingar við vinum á tipping.sosialurin.fo. Á valmyndini, sum kemur fram, tá tippingarkappingin er vald, ber til at velja sær tipp-vinir. Við at leita upp á vinir, ber til at biða sær ein ella fleiri vinir at tippa saman við og ímóti, og á síðuni sæst so, hvussu innan hýsis støðan tykkara millum er.
Eisini ber her til at síggja, hvussu vinir tínir hava tippað higartil í kappingini, soleiðis at ein samanbergin millum stigaheintanina kann gerast. Og so kann eisini síggjast, hvussu vinir tínir hava tippað til komandi umfarið. Í hesum seinasta ber tó bara til at síggja, hvønn vinirnir hava tippað sum vinnara, ella um javnleikur er gittur. Sjálv úrslitatippingin framgongur ikki av hesum, tí tað skal jú helst ikki verða so, at vinirnir støðugt fáa sama stigatal fyri hvørt umfarið.