Tá ið Flóvin Eidesgaard tveir dagar fyri valgið setti seg við telduna og klikti seg inn á valkappingina hjá Sosialinum fyri at tippa hvørji 33 fóru at taka sæti á tingið eftir valgið, slapp tilvildin ikki at ráða. Sum politiskur eygleiðari og viðmerkjari, liggur nógv høvuðbrýggj aftanfyri endaligu niðurstøðu hansara.
Hóast Flóvin býr og virkar í Danmark, roynir hann at fylgja við í politiska leikvøllinum og orðaskiftinum her í Føroyum, millum annað inni á kjaksíðuni Kjak.fo, har Flóvin er fastur fúsur.
- Eg fekk bara fylgt við í valstríðnum í bløðunum og onkrari hendinga tíðindasending. Men eg havi goymt mær allar framløgu- og kjaksendingarnar, so eg kann eftirmeta valstríðið, tá eg fái betri tíð, greiðir Flóvin Eidesgaard frá. Og um nakar var í iva, so er hervið staðfest, at vinnarin av valkappingini er nógv meira áhugaður í vali og politikki enn fólk flest. Spurdur, hví hann eftirmetir valstríðið, vísir hann á, at hann fyrr hevur ráðgivið flokkum í valstríðnum, og møguliga fer at gera tað aftur onkuntíð. Tí er neyðugt at fylgja væl við.
Í útbúgving sínari sum Cand.scient.oecon hevur Flóvin Eidesgaard nomið sær holla vitan innan hagtalsviðgerð, og í starvinum sum konsulentur hjá Sfi Survey, Det nationale forskningscenter for velfærd, arbeiðir hann millum annað við at gera stakroyndir og hagfrøðiligar greiningar.
Metir hvønn einstakan
Men hvussu ber tað til, at Flóvin Eidesgaard megnaði at tippa heili 30 av 33 røtt, spyrja vit hann.
Hann vísir á, at tey fyrstu 15 nøvnini vóru løtt at krossa av beinanvegin. Tá hini skuldu veljast, tók hann bæði støðið í kampanjunum hjá flokkunum og valevnunum, umframt veljarakanningunum.
- At Fólkaflokkurin fekk sjeynda mannin og Javnaðarflokkurin bara sættu kvinnuna, hóast veljarakanningarnar søgdu tað øvugta, var júst tí kampanjan hjá Fólkaflokkinum var meira fokuserað og hevði ein meira samanhangandi boðskap enn tann hjá Javnaðarflokkinum, sigur hann.
Í mun til persónliga býtið, var tað eina blanding av úrslitinum hjá Fynd, og hvat hann sjálvur helt.
- Eg metti um hvønn einstakan, sum sambært Fynd fór at verða valdur. Um viðkomandi mundi vera undir- ella yvirmettur, út frá teimum eyka atkvøðunum vit kundu rokna við frá onkrum lokalum, ella tá fólk í síðstu løtu atkvøða taktiskt. Ella um onnur taktisk atlit kundu gera seg galdandi, so sum, at nøkur vildu hava fleiri konufólk vald, greiðir Flóvin Eidesgaard frá. Harumframt metti hann eisini út frá, um onkur persónlig kampanja var somikið góð ella vánalig, at tað fór at muna í síðstu løtu.
Heðin lumpaði
Fyri Fólkaflokkin var hann, serliga útfrá Gallupkanningunum, komin fram til, at sjey nøvn skuldu finnast. Hann var púra vísur í Anfinn, Anniku, Jacob og Jørgen, og væntaði eisini at Poul fór at vinna uppá fullveldismálið.
- Jógvan væntaði eg kom inn, partvíst við atkvøðum frá religiøsum fundamentalistum, men eisini sympati-atkvøðum eftir mongu atfinningarnar á skúlaøkinum, umframt ákoyringarnar í sambandi við mentanarpolitikkin, sum líktist politiskt grundaðum álopum, sigur Flóvin Eidesgaard.
Síðani stóð valið millum Jákup og Heðin, har báðir hava ein sterkan lokalan basa. Men pláss var bara fyri øðrum.
- Og har lat eg nokk Fynd ráða, umframt at eg mintist, at ein norðstreymoyingur eina ferð nevndi fyri mær, at hóast fá rósa Heðini, so atkvøða tey fyri honum. So har fóru eg, norðstreymoyingurin og Fynd skeiv, sigur Flóvin. Og hann hugleiðir um, at tá Jákup stóð seg betri enn Fynd-kanningin bendi á, so kann væl hugsast, at nakrar av atkvøðunum hjá Anfinn fóru til Jákup av taktiskum orsøkum.
Átta sambandsnøvn
Fyri Sambandsflokkin skuldi Flóvin finna átta nøvn, og fekk Samandsflokkurin átta umboð, hevði hann havt øll røtt.
- Ein spurdi, hvussu ólukkan eg kundi gita Rósu. Men eg hevði sjálvur viðmælt hana sum eina seriøsa kvinnu fyri onkrum sum spurdi meg, hvønn man kundi velja á sambandslistanum. So kanska onkur fór at hugsa líka sum eg, sigur Flóvin. Eisini heldur hann tað hevur havt týdning, at Marjus, ella hansara felag, royndi at útihýsa Rósu.
Hann hevði ikki ilt við at seta restina av nøvnunum á Sambandslistan, tí fleiri høvdu ein sterkan basa: lokalan (Bjørn), religiøsan (Alfred) ella eitt ávíst evni (Magni). Aðrir høvdu breiða undirtøku sum formaður ella næstformaður fyri flokkin ella Tingið.
Spáddi taparin
Stóri taparin var Javnaðarflokkurin, sum fór líka niður á seks umboð. Hetta hevði Flóvin Eidesgaard eisini roknað við. Sjey upplagdir kandidatar vóru, tey somu sjey sum eisini endaðu ovast.
- At eg so, sum rætt var, valdi Andrias frá, var tí eg helt hann hevði ikki verið sjónligur í valstríðnum. Og so helt eg, at Katrin hevði nóg nógvar atkvøður í Havn, tá hugt var eftir úrslitinum frá 2004, sigur hann.
At hann bert væntaði at flokkurin fór at fáa seks umboð komst av tí, at kampanjan, sambært Flóvin, manglaði bæði fokus og samanhangandi boðskap. Og hann greiðir frá, at hóast valskráin hevði nøkur ítøkilig vallyfti, so megnaði man ongantíð at selja skránna.
- Tað virkaði sum fleiri av valevnunum, men serliga formaðurin, vóru øgiliga trilvandi, sigur Flóvin Eidesgaard, sum eisini fýlist á, at kampagnan hjá flokkinum sá so kostnaðarmikil út. Hann heldur, at í staðin fyri at brúka pengar uppá at menna flokkin og valevnini til valstríðið, so valdi man at futta alt av uppá skreyt.
– Ein grov undirmeting av veljarunum, tí tað gjøgnumskoða fólk altso, sigur Flóvin, sum eisini heldur, at stóru plakatin av formanninum var ein taktiskur brølari, sum váttaði mytuna, at flokkurin hevur ongan politikk.
- Eg veit ikki um Kristian Magnussen helt tað var smart mitt í valstríðnum at kalla studentaskúla í Marknagili fyri eitt fuppnummar, men tað kundi næstan virka sum hann vildi sabotera, tá hann væntaði at fella. Og so púra óneyðuga balladan um uppstillingina á Tvøroyri. Íalt eini fýra-fimm brølarar, sum hvør sær kundu bjarga Javnaðarflokkinum sjeynda mannin, um rætt varð farið fram í bara einum av teimum málunum, sigur Flóvin Eidesgaard.
Ordans strategur
Átta nøvn skuldu setast á Tjóðveldislistanum, og Flóvin hevði valt sær níggju út. Hesi vístu seg eisini at vera tey níggju fremstu.
- Eg avskrivaði Heidi, tí hon virkaði mær troyttandi at hoyra uppá. So eg roknaði við, at onnur hildu tað sama, sigur hann. Men hann væntaði, at Páll fekk nóg nógvar lokalar atkvøður, saman við einum sindri kring landið.
- Eg valdi so Sjúrð frá, tí hann hevði verið ósjónligur í valstríðnum, og eg hugsaði, at um ein stórur partur av hansara veljarum undanfarin val hava verið næmingar í Hoydølum, fóru hesi kanska til antin Miðnámsflokkin ella Tjóðhild, sigur Flóvin.
- At flokkurin fekk Tjoðhild á listan, vísir, hvussu dugnaligur strategur Høgni er. Uttan hana á listanum, hevði Miðnámsflokkurin helst tikið nógv meira frá Tjóðveldinum enn hann gjørdi.
Teir smærru
Sjálvstýrisflokkurin var lættur at tippa. Lítil ivi var um tingmannatalið, og so væntaði Flóvin eisini, at formaðurin fór at fáa nóg mikið av atkvøðum á øðrum plássi, tí nakrar komu júst fyri at stuðla formanninum. Hin Kári vísti longu á fólkatingsvalinum, at hann er atkvøðuslúkur.
- Hansara sjálvironi og beinraknu viðmerkingar hava heilt vist fangað, og Kári á Rógvi hevur økt vakstrarpotentialið hjá flokkinum heilt nógv, heldur Flóvin Eidesgaard.
- Fyri Miðflokkin var ongin ivi um nøvnini. Tað var bara ein spurningur um flokkurin fekk tvey ella trý umboð. Man kann siga, at Miðflokkurin fekk ikki undirtøku til meira enn tvey umboð, men Javnaðarflokkurin kláraði seg so illa, at nakað leyp av til Miðflokkin.
Vunnið fyrr
Har Flóvin tippaði skeivt, lá viðkomandi sum fyrsti varalimur. At áttandi sambandsmaðurin ikki kom inn, kom helst óvart á hjá teimum flestu.
- Tað var ov vánaligt, at eg ikki fekk Jákup hjá Fólkaflokkinum við. Eg kenni onkran góðan fólkafloksmann úr Klaksvík, sum eg kundi spurt. Og at Sjúrður kom inn fyri Páll hjá Tjóveldi, har átti eg at kanna gomul valúrslit í Sandoynni betur, sigur Flóvin Eidesgaard, sum eisini vann eina kapping hjá Dimmalætting í 1994 at tippa valúrslitið. Tá var tó einans talan um at tippa flokkarnar, ikki persónarnar.
--
Myndatekstur:
Flóvin Eidesgaard hevði 30 av 33 røtt í tippingini hjá Sosialinum. 2.356 ymisk fólk tippaðu í kappingini. 12 fólk høvdu 29 røtt, og 47 høvdu 28 røtt.
--
Flóvin tippaði, at Heðin Zachariasen fór at verða valdur fyri Fólkaflokkin. Í staðin varð Jákup Mikkelsen valdur. Eisini roknaði Flóvin við, at Marjus Dam fór at verða áttandi sambandsmaðurin í staðin fyri Jenis av Rana hjá Miðflokkinum. Harumframt helt hann, at Páll á Reynatúgvu kom inn í staðin fyri Sjúrð Skaale.
Flóvin tippaði:
Anfinn Kallsberg
Annika Olsen
Heðin Zachariasen (Jákup Mikkelsen)
Jacob Vestergaard
Jógvan á Lakjuni
Jørgen Niclasen
Poul Michelsen
Alfred Olsen
Bjørn Kalsø
Edmund Joensen
Johan Dahl
Kaj Leo Johannesen
Magni Laksáfoss
Marjus Dam ( - )
Rósa Samuelsen
Gerhard Lognberg
Hans Pauli Strøm
Helena D. á Neystabø
Jóannes Eidesgaard
John Johannessen
Katrin Dahl Jakobsen
Kári á Rógvi
Kári P. Højgaard
Annita á Fríðriksmørk
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Bjørt Samuelsen
Heini Oyolvur Heinesen
Hergeir Nielsen
Høgni Hoydal
Páll á Reynatúgvu (Sjúrður Skaale)
Tórbjørn Jacobsen
Bill Justinussen
Karsten Hansen
- (Jenis av Rana)
(Tey í parantes gjørdist endaliga úrslitið)
--
Sannlíkindi:
Petur Zachariassen, hagfrøðingur, sigur soleiðis um sannlíkindini fyri tippingina hjá Sosialinum, har fólk skulu gita, hvørji 33 enda við at verða vald:
- Siga vit, at 25 tingsessir eru givnir frammanundan, so ræður um at gita hvørji tey 8, ið resta í, eru.
Undir tí fortreyt, at man velur púra frítt millum tey 146 (171-25) valevnini, eru sannlíkindini fyri av 8 krossaðum at raka rætt við 5 valevnum 0.0000057, ella 6 ferðir úr eini millión royndum.
Og tá er man uppi á 30 røttum tingfólkum!
Broyta vit fortreytina til, at 100 av teimum 146 ikki koma upp á tal,
broytast sannlíkindini fyri av 8 krossaðum at raka rætt við 5 valevnum
(burturúr 46) 0.0018 ella uml. 2 ferðir úr túsund royndum.
Sannlíkindini fyri tá av 8 krossaðum at raka rætt við 6 valevnum
(burturúr 46) er 0.00075!