POLITIKKUR
Nú skal javnstøðan verða sjónligari í orðatilfeinginum í tingskipanini. Orð sum “tær konur og teir menn” skulu skiftast út við “tey”, og heldur enn at brúka orðingina ““elsti maður ella elsta kona” skal “elsta fólk” brúkast.
Talan er um eitt broytingaruppskot, sum Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur áður lagt uppskotið fyri Tingið. Hetta uppskotið varð beint í eina sokallaða §25 nevnd. Ein slík nevnd verður upployst, tá hon er liðug við sítt arbeiði, men av tí at ein minniluti kravdi málið aftur fyri tingið, skal ein nýggj §25 nevnd veljast, og hetta skuldi gerast á tingfundinum í dag.
Edmund Joensen sigur við Sosialin, at tingskipanir verða enddurskoðaðar av og á, og at talan ikki er um nakra kollvelting, men heldur um eina dagføring. Hetta er triðju ferð, at Tingið fer at broyta tingskipanina. Orsøkirnar til slíkar broytingar kunnu verða nógvar, m.a. broytast tær tøkniligu fortreytirnar at nógv, nú teldurnar ávirka arbeiðið alt meira.
Málsligar broytingar
Tær málsligu broytingarnar eru m.a., at ætlanin nú er, at Tingskipanin bara skal eita Tingskipanin ístaðin fyri tað núverandi Tingskipan Føroya Løgtings, ið verður mett at vera ein dupultorðing.
Edmund Joensen dylur heldur ikki fyri, at tað er við javnstøðu í huganum, at málsligar broytingar verða gjørdar um kynini, og at so nógv hvørkikynsorð skulu brúkast sum gjørligt um tinglimirnar. Tinglimirnir verða tó framvegis kallaðir løgtingsmenn, av tí at tað hevði kravt eina broyting í Stýrisskipanini at broytt hetta heitið, og tað skulu tvinni løgting verða við til at samtykkja.
Sostatt skulu hvørkikynsheitini serliga brúkast, áðrenn tingfólkini eru vald, tvs. at skotið verður upp, at brúka heitini “tey” ella fólk” heldur enn konur og menn, tá nývaldu umboðini koma í tingið at góðkenna valbrøvini. Tá valbrøvini eru góðkend, og tey valdu taka sæti á tingið, er heitið framvegis løgtingsmaður, sum Stýrisskipanin ásetir.
Aðrar málsligar broytingar í broytingaruppskotinum hjá løgtingsformanninum til Tingskipanina eru m.a., at heitið skrivstovustjóri verður broytt til stjóri, og Løgtingsskrivstovan skal sambært uppskotinum kallast Umsiting Tingsins í framtíðini.
Tingfólk tosa úr egnum sessum
Eisini sæt ymist í uppskotinum, ið ber boðm um nýggjar tíðir. M.a. verður spurnartekn við um tað er neyðugt at lýsa alment við tingfundum. Í viðmerkingum til §32 í broytingaruppskotinum verður sagt soleiðis: “Við nýggju kunningartøknini verður mett, at tíðin er við at fara frá at lýsa tingfundir alment, hinvegin er einki til hindurs fyri, at hetta framhaldandi verður gjørt, um tað verður mett neyðugt”.
Eisini verður borið upp á mál, at tingmenn møguliga skulu hava møguleika at røða frá sínum sessi í tingsalinum. Í viðmerkingunum til hesa grein verður sagt at “endamálið við hesum uppskoti er at geva formanninum heimild at víðka um møguleikan hjá tingmanni at tala úr sætinum. Í londunum kring okkum er tað vanligt, at stuttar viðmerkingar verða gjørdar úr sætinum. Tað er í løtuni ikki ætlanin at broyta galdandi skipan, men gevur henda broytingin møguleika fyri hesum, uttan at tingskipanin skal broytast aftur. Slík skipan krevur eisini, at mikrofon er á hvørjum borði”.
Vantandi verða fáa allir flokkar í Tingi hvør sítt umboð í nevndina. Harumframt verða teir fýra tingmenninir í formansskapinum umboðaðir í nevndini.
MYNDATEKSTUR
Nú skal meira javnstøða hómast í orðavalinum í Tingskipanini