Tingsessurin er mín

Alt er so nýtt fyri meg enn, at eg havi ikki fingið hugsað meg rættiliga um. Eg má lodda dýpið hjá mínum veljarum og serliga hjá familjuni. Men eg síggi nógvar spennandi avbjóðingar í tingsessinum, sigur Heðin Mortensen

Eftir at Sambandsflokkurin allan morgun hevur tingast um ein nýggjan landsstýrismann, gjørdist úrslitið sum væntað, at formaður floksins, Kaj Leo Johannesen verður nýggjur fíggjarmálaráðharri. Hetta merkir pr. defenitión, at næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy kemur á ting fyri hann. Og næsti maður á listanum er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Og hetta er ein serlig støða, tí eftir seinasta býráðsval skifti Heðin Mortensen, flokk, og fór úr Sambands- yvir í Javnaðarflokkin. Og sum limur í seinni nevnda gjørdist hann borgarstjóri í Havn.

Tað merkir so í stuttum, at við at fara í starv sum fíggjarmálaráðharri, hevur formaðurin óbeinleiðis minka um tingmannatalið hjá Sambandsflokkinum, meðan Javnaðarflokkurin veksur við einum.

Heðin Mortensen hevði júst frætt tíðindini, tá Sosialurin um miðdagsleitið tosaði við hann, og hóast borgarstjórin í Havn eyðvitað ikki hevði havt stundir at hugsa seg um, so var hann ikki í iva um, hvørt átti sessin hjá Kaj Leo Johannesen.

- Sum næsti maður á listanum er tingsessurin mín, antin ein vil tað ella ei, sigur Heðin Mortensen.

 

Kann gera nyttu

Hann var á ongan hátt avvísandi um at taka við tingsessinum, og heldur enn at síggja trupulleikar við at hava tvey so týðandi størv, sá hann fleiri møguleikar í, bæði at vera tingmaður og borgarstjóri.

- Hetta ljóðar sum ein spennandi avbjóðing. Tað eru nógvir møguleikar at gera seg galdandi í tinginum, tí tað er í tinginum, at landsins lógir verða smíðaðar, sigur Heðin Mortensen.

Og hóast borgarstjórin í Havn ikki hevur tikið nakra endaliga støðu enn, so nevnir hann mál, ið liggja honum nær at hjarta, og sum hann sum tinglimur fær stóra ávirkan á – eitt nú eldraøkið.

- Tingið fer nú til hús og kemur ikki saman aftur fyrr enn á Ólavsøku, so eg havi góðar stundir at hugsa meg um. Eg má eisini lodda dýpið hjá veljarum mínum, eins og familjan fær eitt avgerandi orð at siga, sigur Heðin Mortensen.

Men hann undirstrikar við tjúkkari striku, at eingin kann taka tingsessin frá honum.

Tingfólk verða vald á flokslistum, men tey verða vald við persónligum atkvøðum, og tá Kaj Leo Johannesen nú fer at biðja løgtingsformannin um farloyvi og at næsti maður á listanum kemur á ting, so er næsti maður altso – Heðin Mortensen.