- Eg haldi, at tingfólk sum heild eru sera glað fyri hesar andaktirnar, sigur tingmaðurin av Toftum.
Hvønn týsdag fara tingfólk nú at seta hvørjum øðrum stevnu til eina andakt.
Hesar andaktir verða skipaðar eftir einum føstu leisti: Fyrst verður sungin ein sangur; síðani verður ein stutt andakt hildin, og eftir tað verður seinasti sangurin sungin.
Henda fyrsta dagin helt Jóan Magnus Rasmussen andaktina. Tað er annars Alfred sjálvur sum hevur átikið sær, at fáa tingfólk at hava hesar andaktirnar, ið verða hildnar hvønn týsdag, tá tingfundur er.
Tær byrja klokkan 13:10, og miða teir eftir at verða lidnir í góðari tíð, soleiðis at møtast kann stundisliga á tingfundinum sum byrjar klokkan 13:30.
- Tingfólk hava sera gott mál at syngja, má eg siga. So sangurin hann rungar undir andaktini, sigur Alfred Olsen brosandi.
Eitt sanghefti við 90 ymiskum sangum er gjørt til endamálið. Enn er eingin sangur yrktur beinleiðis til hetta høvið.
- Men hann kemur kanska, sigur Alfred Olsen.










