Tingmenn: Støðan við lívfiskastøðini er álvarslig

Borgarstjórarnir í Sandoynni sendu í morgun eitt hvast skriv til miðlarnar, har tey vístu á sína ónøgd við at Fiskaaling letur lívfiskastøðina í Skopun aftur.

 

Les eisini: Borgarstjórar: Almenn niðurlaging av Sandoynni

 

Teir fýra borgarstjórarnir í Sandoy siga í skrivinum, at politiska skipanin eigur at taka støðu til, hvat mann vil við Sandoynni, nú enn eitt alment partafelag er sloppið at niðurleggja arbeiðspláss í oynni, uttan at nakar ger nakað við tað.

 

“Vit sakna eina útmelding frá løgmanni og frá fólkavaldu umboðum fyri okkara oyggj, hvat tey vilja”, skriva Brandur Sandoy, Gerhard Lognberg, Linjohn Christiansen og Brynhild Sørensen.

 

Páll á Reynatúgvu og Jónleif Johannesen eru báðir valdir á løgting, umboðandi lokalfeløg á Sandoynni, ávikavist fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.

 

Teir eru báðir samdir í tí, at tað er sera óheppi, at Fiskaaling niðurleggur størv og at átøk eru neyðug, so ein stovnur sum til dømis Fiskaaling, hava eitt grundarlag.

 

- Sjálvur havi eg ongantíð verið glaður fyri almenn partafeløg og eg meini, at Fiskaaling kundi verið alment. Vit mugu heldur ikki verða bangin fyri at seta krøv til alivinnuna, so sum at fáa tey at seta pening í gransking og menning av eitt nú rognum í Føroyum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur víðari, at alivinnan er so sterk í løtuni, at vit eiga at nýta løtuna til at menna hana enn meir, so vit kunnu gerast sjálvbjargin í øllum liðum í alivinnuni.

 

- Tá hevði verið gott grundarlag undir til dømis lívfiskastøðini í Skopun, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Jónleif Johannesen sigur, at tað er sera álvarsligt, at lívfiskastøðin í Skopun letur aftur, tí tað fara nógv størv við stovninum.

 

- Tað er gott, at borgarstjórarnir taka hetta upp. Hetta er eitt mál, sum vit fara at tosa við landsstýrismannin um og venda politiskt, tí tað sigur seg næstan sjálvt, at vit eiga at kunna framleiða rogn sjálvi til eina vinnu, sum stendur fyri helvtini av okkara útflutningi, sigur Jónleif Johannesen.