Tingmenn sleppa ikki at forhála málið

-soleiðis at tað ikki fer at galda frá komandi vali sigur løgtingsformaðurin

-Eg eri sera fegin um, at fólk tekur so væl undir við uppskotinum at skipa Føroyar sum eitt valdømi sigur Edmund Joensen, tingformaður og leggur aftrat, at hann sjálvur hevur ta fatan, at fólk meta, at hetta mál hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tíðin er farin frá gomlu skipanini. Føroyar hava broytt seg til at vera eitt samanbundið meginland. Hetta er eitt mál, sum sjóvar føroyingar meira saman enn áður. Edmund Joensen heldur ikki atfinningarnar, sum eru komnar fram um, at hann ikki átti at lagt hetta fram, eru rættar, tí er tað nakað, sum tingformaðurin eigur at hava áhuga fyri, so eru tað skipaninar rundan um løgtingið. At fáa tingið at virka á allarbesta hátt, og ikki minst at fáa valskipanina, sum er sjálvt grundarlagið undir tinginum, at virka skilabest. -Tað vildi verið løgið, um ikki løgtingsformaðurin gekk á odda at fáa ta bestu og mest nútímans skipanina, soleiðis at fólkaræðið fær virkað á besta hátt. Hetta er ábyrgdin hjá tingformanninum, nú vit vita, hvussu eymt mál hetta er fyri tingmenn, flokkar og samgongur. Og fyri at hjálpa skipanini á veg, so er tað neyðugt, at onkur tekur ábyrgdina av at gera hetta. Tá nú allir flokkar hava givið signal um hetta og hetta er eitt mál fyri allar flokkar, so er tað einki minni enn mín skylda at taka hetta upp.

 

-Hvat nú um tað hendir, at høvuðstaðarøkið verður yvirumboðað við kanska 80% av tingmonnunum eftir val?

 

-Hatta er eitt hugsað dømi, sum sjálvandi ikki fer at henda. Sjálvandi fara økini eisini at hugsa um, hvørji umboð tey vilja hava. Norðingar og suðringar í Havn kunnu nú velja síni umboð í heimaoynni. Nú er tað púra opið, at fólk líkamikið hvar tey búgva fara og velja tey fólk, sum tey halda eru best egnað.

 

Edmund Joensen ber ikki ótta fyri, at málið skal verða forhálað og súltað í eini nevnd, soleiðis at tað ikki fer at virka frá komandi vali. –Vanliga fer slíkt mál í Rættarnevndina, men tá slíkt yvirskipað mál kemur fyri, so er møguleiki at velja eina grein 25 nevnd. Skipanin er annars so, at eitt mál kann ikki vera longur enn ein mánað í nevnd, uttan at løgtingsformaðurin gevur loyvi til tað. Kemur mál ikki úr aftur nevnd eftir hesa tíðarfeist, so kann tingið krevja, at tað kemur til 2. viðgerð. Annars kunnu nevndir fáa eyka tíð, um serligar umstøður gera tað, men heldur ikki hon er óavmarkað. Edmund Joensen roknar við, at málið verður avgreitt í oktober mánað, tá hevur tikið havt góða tíð til tað. Fær løgtingið fatan av, at onkur vil forhála eitt mál ella misbrúka skipanina, so sleppur viðkomandi ikki tað. Edmund sær onga orsøk til, at Rættarnevndin ella ein grein 25 nevnd brúka meira enn ta vanligu ásettu tíðina í tingskipanini til at avgreiða hetta málið, tí tað er eitt sera einfalt mál.