Í Bretlandi hava 390 parlamentslimir fingið boð um at endurrinda tí almenna tilsamans meiri enn eina millión pund fyri útreiðslur, sum teir lótu tað almenna gjalda, men sum teir áttu at gjalda sjálvir.
Eitt nú skal ein tinglimur rinda tí almenna 13.000 pund, sum hann hevði brúkt til eitt serligt gásarhús, men sum hann lat tað almenna gjalda fyri seg.
Í bretska Parlamentinum eru 646 limir, og sostatt hevur tann størri helmingurin latið tað almenna rinda privatar útreiðslur fyri seg, skrivar Reuters.










