Formaðurin í sosialdemokratiska tingbólkinum í Fólkatinginum heldur, at tinglimir hava ov langa summarfrítíð Sum er heldur Fólkatingið summarfrí í fýra mánaðir, men Carsten Hansen vísir á, at tað er ein leivd frá teirri tíðini, tá flestu tingmenn vóru bøndur ella góðseigarar og máttu fáa tíð til at taka sær av garðinum og at heysta grøðina.
Hendan tíðin er farin, og í dag ber tað væl til at stytta summarfrítíðina hjá fólkstingslimunum ein mánað, sigur Carsten Hansen við DR.
Hann sigur, at á hvørjum ári hópa tingmál seg upp beint undan frítíðini. Var frítíðin stytt, hevði tingið havt betri tíð til viðgerðirnar, sigur formaðurin í tí sosialdemokratiska tingbólkinum.