Tingmenn krevja hoyring

Tingmenn ivast í, hvør tingsins vilji er í málinum um vernd av persónsupplýsingum. Tí krevja teir eina hoyring, har málið verður lýst út í hvønn krók. Tingmenninir siga seg vita ov lítið til at verða avgjørdir í sínari søk í hesum máli

PERSÓNSVERND

Tingmenn innan og uttan fyri samgonguna krevja nú eina hoyring í málinum um Elektron og nýggju Gjaldskipanina.
Málið er íkomið, tí Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, vil herða kunngerðina um vernd av persónsupplýsingum, so nýggja Gjaldskipanin hjá peningastovnunum og Elektron í samstarvi við PBS, verður steðgað.
Gjaldskipanin hevur sum fortreyt, at nakrar upplýsingar verða sendar av landinum, og tað heldur landsstýrismaðurin ikki samsvara við lógina um vernd av persónsupplýsingum.
Dátueftirlitið hevur givið loyvi til skipanina, men tað vil landsstýrismaðurin gera um.

Øll sjónarmið fram
Høgni Hoydal førir fram, at hann bert umboðar tingsins vilja í málinum. Men nógvir tingmenn ivast nú stórliga í hesum
Tað fær Kristian Magnussen løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin at skjóta upp, at ein hoyring verður fyriskipað, har øll sjónarmið koma á borðið.
? Ongin er áhugaður í at flyta meira av landinum, enn gott er. Men vit hava eina lóg, har tað er loyvt, og Dátueftirlitið, sum er hægsti umstingarligi myndugleikin á økinum, hevur loyvt peningastovnunum at fara undir hesa skipan, og tað kann landsstýrismaðurin ikki bara steðga uttan víðari, sigur Kristian Magnussen.
? Hví ikki geva Elektron, Dátueftirlitinum, umsitingini í landsstýrinum og løgtingsskrivstovuni høvi at siga sína hugsan í málinum? So vistu vit øll betur, og løgtingið hevði verið betur ført fyri at gjøgnumskoðað, um landsstýrismaðurin røkir teirra vilja, sigur Kristian Magnussen.

Vita ov lítið
Javnaðartingmaðurin stendur ikki einsamallur við sínari áskoðan. Aðrir tingmenn vísa somuleiðis á, at teir vita ov lítið til at taka støðu til, um Høgni Hoydal við at broyta kunngerðina um persónsupplýsingar ger eftir tingsins vilja.
? Eg haldi, at hetta málið er øgiliga torskilt, og tað er ilt at gjøgnumskoða. Tað gerst bara fløktari, so hvørt meira og meira kemur fram. Eg eri ikki so avgjørdur, og veit ikki, hvør er á rættari leið. Tí hevði ein møguleiki fyri at fingið meira innlit og eina lýsing av málinum verið kærkomin hjá okkum politikarum, sum kunnu ivast í, hvat er galdandi, sigur Jógvan á Lakjuni.
Herfyri var orðaskiftið um málið í tinginum, og tá søgdu sambandsmenn seg somuleiðis verða sinnaðir fyri at fáa nærri kunning um málið og hildu tað hevði verið upp á sítt pláss við einari hoyring.