Høgni Hoydal kærir John Johannsen til formansskapin fyri vánaligan fólkaskikk. John Johannsen sigur, at Høgni Hoydal byggir sína politisku karrieru upp á at demonisera onnur
At tað mangan er baldrut á tingi, og at tað ikki eru tey stóru samfelagsmálini, sum fáa sinnini í kók, kann hendan søgan vera eitt dømi um.
Tá forkvinnan í Unga Tjóðveldi ? sum starvast sum útvarpskvinna á Rás 2 ? í gjár trein inn á áhoyraraplássið í løgtinginum, fellir onkur viðmerking frá løgtingsformanninum. Tað var John Johannessen, 3. formaður, sum tá sat í formansstólinum.
Sambært Høgna Hoydal vóru orðini ? so sum hann minnist tey: »Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin...«
Hetta hevur fingið Høgna Hoydal at kæra John Johannessen til formansskapin.
- Hvat John Johannessen hevur av partapolitiskum hugsanum, fordómum ella vreiði mótvegis øðrum, er hansara søk. Men at ein tingformaður, ið skal ansa eftir, at tingfundir og røðarar halda seg til tingskipan, reglur og vanligan fólkaskikk, velur at siga slík orð frá tingformanssessinum, ið verða varpað út til almenningin, brýtur øll krøv, ið setast mugu einum tingformanni, sigur Høgni Hoydal í kæruni til formansskapin.
Høgni Hoydal heldur, at her er talan um grova misnýtslu av formansessi tingsins, har John Johannessen ger seg inn á allar grundleggjandi fortreytir í einum fólkaræði og í einari parlamentariskari skipan, og tí heitir hann á formansskapin um sum skjótast at viðgera hesa kæru og taka neyðugar avleiðingar.
Veruleikin sambært John Johannessen er ikki akkurát líka, sum tann hjá Høgna Hoydal. John Johannessen sigur formansskapin hava havt tað strævið í formansstólinum hendan dagin eins og so ofta áður.
- Veruleikin er, at hendan dagin og dagin fyri høvdu serliga Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen víst ómetaliga vánaligan tingsið. Høgni Hoydal mátti fýra ferðir átalast fyri at sita og rópa úr salinum upp í móti røðara á røðarapallinum og enntá ímóti formanninum. Hóast átalurnar, vildi hann ikki geva seg undir avgerðir formanssins. Hann hevði eitt greitt endamál. Hann førdi eitt show og vildi hava formannin, sum hesa løtuna var ein javnaðarmaður ? nevniliga eg sjálvur ? at taka orðið frá sær, so hann kundi fara út í fjølmiðlarnar at rópa um, at »nú var Javnaðarflokkurin farin so langt, at tann ódemokratiski John Johannessen hevði tikið orðið frá honum«, sigur John Johannessen.
Og tá tað kemur til viðmerkingina til útvarpskvinnuna á Rás2, sigur John Johannessen:
- Útvarpskvinnan á Rás2 kom inn júst tá eg gjørdi vart við, at nú bleiv ikki longur sent úr tingsalinum á rásini hjá Kringvarpinum, tí nú var so seint liðið út á dagin. Og tí kundu tingmenn halda seg aftur við teirra undirhaldi fyri myndatólinunm. Men so skoytti eg hesi orðini uppí, tá eg sá útvarpskvinnuna: »Men hetta ger kanska onki, tí nú kom útvarpsstøðin hjá onkrum politiskum flokki á vitjan«.
- Hetta var meint sum skemt og var kanska betri ósagt. Tað var í øllum førum ikki meiningin at niðra nakran við hesi viðmerking. Tað kemur meira enn so fyri, at tað fellur onkur skemtilig viðmerking frá formanninum, tá liðið er út á kvøldið við tingfundi, sigur John Johannessen.
Tað er ikki altíð so lætt hjá fjølmiðlum at gjøgnumskoða slíkan glantrileik hjá politikarum, men vit hava ein varhuga av, at tað er ein tung ábyrgd at vera løgtingsformaður. Og tað kemst kanska ikki av ongum, at bæði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, og Jógvan á Lakjuni, fyrsti næstformaður eru skúlalærarar, og soleiðis skikkaðir at halda skila á óargaligum smádreingjum :-)