Tingmenn hava úr at gera

Nógv mál standa á skránni til løgtingsfundirnar hesa vikuna, og harafturat plaga nógv nýggj uppskot at verða løgd fram beint áðrenn freistina 5. mars

Løgtingsmenn fara ikki at keða seg til arbeiðis hesa vikuna. Ein rúgva av málum skulu til viðgerðar í løgtinginum, ein heilur dagur er settur av til munnligar fyrispurningar, og fríggjadagin er seinasti møguleikin at leggja nýggj uppskot fyri tingið í hesari tingsetuni.
Týsdagin vóru seks løgtingsmál til viðgerðar, og seinnapartin mikudagin er tíðin sett av til munnligar fyrispurningar frá løtgingsfólki, og tað plagar at skapa bæði nógv og fjølbroytt kjak.

Freistin hesa vikuna
Hósdagin standa 9 tingmál á skránni fyri løgtingsfundin, umframt at ófráboðaðir fyrispurningar kunnu setast, og fríggjadagin koma fýra mál fyri.
Umframt alt hetta verður hendan vikan eisini merkt av, at seinasti framløgudagur nærkast, og vanligt hevur verið, at nógv nýggj uppskot verða løgd fyri tingið í evstu løtu.
Sambært tingskipanini skulu uppskot verða løgd fyri løgtingið áðrenn 5. mars, og seinasti tingfundurin áðrenn hesa freist er fríggjadagin.