Tá Sosialurin prátaði við løgtingsformannin Edmund Joensen fyri nøkrum vikum síðani, 15. apríl, var nógv at gera á Føroya Løgtingi. Fleiri tingmál vóru á skránni, og fíggjarlógin var enn ikki komin úr fíggjarnevndini.
Men nú er fíggjarlógin samtykt, og tingið hevur avgreitt tey flestu málini.
- Nú stendur nógv betur til. Tað er bert ein triðja viðgerð og tvær aðru viðgerðir, sum er á skránni í tinginum í dag, týsdagin, umframt nakrir fyrispurningar, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Edmund Joensen væntar, at Føroya Løgting kann fara í summarfrí týsdagin, um onki óvæntað kemur fyri tingið.
Hóast tingarbeiðið hevur gingið væl seinnu vikurnar, eru tvey tingmál tó ikki komin úr nevnd. Talan er um uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um gransking, sum er uppskot til samtyktar. Og uppskotið til samtyktar hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri um einskiljing av Føroya Banka er heldur ikki komið úr nevnd. Onki røkist fyri, at hesi mál koma úr nevnd áðrenn ólavsøku, og tískil detta uppskotini niðurfyri.
Astrup setti dagsskránna
Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, segði við Útvarp Føroya mánakvøldið, at hann ætlar at leggja nýtt uppskot fyri tingið í næstu tingsetu um einskiljing av Føroya Banka.
- Mín ætlan er, at málið kemur aftur í tingið í heyst, segði Bárður Nielsen.
Tað varð annars Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, ið setti dagsskránna, tá hann í drúgvari samrøðu við Sosialin úttalaði seg um ætlanirnar hjá Føroya Landsstýri um at einskilja Føroya Banka (Sosialurin, 29. apríl 2004).
Jørn Astrup vísti á, at bankin átti at verðið tikin við upp á ráð, og at uppskotið var ein misskiljing. Og nú er uppskotið á ein hátt tikið aftur, tí tað fellur burtur aftaná ólavsøku, um onki óvæntað hendir.
- Skipanin er soleiðis, at um tað ikki verður tingfundur aftur fyrr enn á ólavsøku, so er nýggj tingseta, og so fellur uppskotið burtur, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Hitt málið, sum ikki er avgreitt enn, er uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um gransking, sum varð beint aftur í nevnd.
- Tað málið er ikki komið aftur úr nevnd, og kemur helst ikki aftur úr nevnd og fellur helst eisini burtur, sigur Edmund Joensen.
Uppskotið um gransking er ikki eitt lógaruppskot, men eitt uppskot til samtyktar um "miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum."
- Men so skuldi eisini verið slætt borð. So er spurningurin, um tingarbeiðið kann gerast liðugt í dag, týsdagin, um tingið ynskir tað. Eg havi mett tað soleiðis, at tað verður liðugt í dag, sigur løgtingsformðaurin.
Alt er treytað av fíggjarlógini
- Alt hongur eitt sindur saman við fíggjarlógini, og fleiri mál eru treytaði av fíggjarlógini. Summi mál skulu verða samtykt, fyri at fíggjarlógin skal stemma. Barsilsskipanin, til dømis, har er talan um nokkso nógvar pengar, sigur løgtingsformaðurin, tá hann verður spurdur, um tunga viðgerðin av fíggjarlógini hevur nervað tingarbeiðið.
- Við tað, at setanin verður nokkso drúgv, so koma eisini fleiri mál av teirri orsøk. Andstøðan skal jú eisini markera seg. Tað er nú einaferð uppgávan hjá andstøðuni at fáa alt fram í ljósið, sum kann fáast fram. Og tað er nú einaferð leikluturin, líka mikið hvør tað er, sum situr í andstøðu og samgongu, at samgongan fer eitt sindur lætt um tað. Ella tað heldur andstøðan í øllum førum. Og av tí sama ger andstøðan sítt fyri at hála ymsu tingini fram, og tað er jú bara gott fyri fólkaræði, sigur Edmund Joensen.
Kongligt brúðleyp ávirkaði ikki Løgtingið
Edmund Joensen var ein av teimum føroyingunum, som fóru í kongliga brúðleypið í Keypmannahavn fríggjadagin. Edmund fór sjálvandi av landinum, áðrenn sjálvan brúðleypsdagin.
Hetta hendi alt, meðan fíggjarlógarviðgerðin stóð upp á tað hægsta, men Edmund Joensen sigur, at tað ávirkaði ikki viðgerðina av fíggjarlógini, at sjálvur løgtingsformaðurin og løgmaður ikki vóru til staðar á Føroya Løgtingi, tá landsins týdningarmesta lóg skuldi kjakast, tillagast, og samtykkjast.
- Alt var so øgiliga væl fyrireika. Nú fall tað soleiðis, at fíggjarlógin kom aftur úr fíggjarnevndini ta vikuna, sum kongliga brúðleypið var á skránni. Og brúðleypið fingu vit ikki útsett, og hinvegin vildu vit ikki útseta fíggjarlógina, tí tað var jú ein provisorisk fíggjarlóg galdandi, og alt landið bíðaði eftir einari nýggjari fíggjarlóg. Og vit vildu ikki seta fíggjarlógini út av tí orsøkini. Harumframt er tað aðru ferð, at fíggjarlógin verður løgd fram, og hon er væl tugd bæði av samgongu og fíggjarnevnd, so tað skuldi ikki nervað arbeiðið, um løgmaður til dømis var burtur, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen.
Løgtingsmenn eru altíð klárir
Løgtingsformaðurin væntar, at Løgtingið fer til hús týsdagin. Tá Føroya Løgting fer í summarfrí, verður tað sum vant sett aftur á ólavsøku. Tingið er eitt sindur seint á veg í ár, tí tað var gamalt, at Føroya Løgting fór til hús á flaggdegnum tann 25. apríl. Men í ár er øðrvísi, nú liðið er út á hálvan mai mánaða.
- Men tingið er í prinsippinum altíð saman nú. Setan er frá ólavsøku til ólavsøku. Tingið er altíð arbeiðsført, og løgtingsnevndirnar eru altíð arbeiðsførar. Um okkurt stingur seg upp, so er alt tókt. Tingmenn eru altíð klárir, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen.
Tað er ásett í stýrisskipanarlógini, at Føroya Løgting skal koma saman aftur á ólavsøku, men um okkurt óvanligt hendir áðrenn tað, so verður Føroya Løgting kallað saman áðrenn ólavsøku.