Tingmenn akta ikki

Ikki allir samgongulimir ætla at akta floksformenninar, sum hava avtalað at bíða við einum valdømi til eftir valgið

Fyrst boðaðu floksformenninir í samgonguni frá, at teir hava avtalað at bíða við uppskotinum um eitt valdømi. Síðani boðaði Edmund Joensen, løgtingsformaður og samgongulimur frá, at hann kortini ætlar sær at koyra uppskotið ígjøgnum. Og nú siga aðrir limir í samgonguni, at teir heldur ikki ætla at akta formenn sínar. Í Sambandsflokkinum ger Jóhan Dahl, tingmaður úr Suðuroy, púra greitt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum um eitt valdømi, sum tað fyriliggur nú, tí hann sær onki endamál við at drála. Eisini Poul Mikkelsen úr Fólkaflokkinum ætlar sær avgjørt at atkvøða fyri uppskotinum, koyrir Edmund Joensen tað ígjøgnum.


Øll góvu seg

Í gjár, hósdagin, ljóðaði annars, at samgonguflokkarnir og formenn teirra vóru komnir til ein semju, sum millum annað hevði við sær, at málið um eitt valdømi verður útsett til eftir løgtingsvalið. Eftir fundin segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at samgongan var býtt í tveir bólkar, og tá hvørki løgtingsformaðurin ella nei-síðan vildu slakað, varð neyðugt at finna eina semju, sum partarnir kundu liva við. Tí innibar semjan eisini, at Suðurstreymoyar valdømi til komandi løgtingsval fær ein umdømisvaldan tingmann afturat.


Onki broytt

Men Edmund Joensen, sum eigur uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi, segði við Útvarpið, at einki er broytt fyri hansara viðkomandi, og at Løgtingið ikki er bundið av nakrari avtalu í samgonguni.

-Tað er upp til Løgtingið at gera av, hvat skal henda við hesum uppskotinum, og nær møguligar broytingar skulu koma í gildi, og tað er ikki bundið av nakrari sum helst avtalu við samgonguna. Tað er lagt fram, so Tingið frítt kann taka støðu til sína egnu skipan, sigur Edmund Joensen.